Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild halda fram í Reykjavík

Savnsmynd 24.fo

Hesa vikuna hava strandarlandasamráðingar um svartkjaft og norðhavssild verið í London. Byrjað varð mánadagin, tá ið strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg hittust til samráðingar um svartkjaft. Grønland og Russland luttóku sum eygleiðaralond. Eftir at øll tey vanligu málini á dagsskránni vóru avgreidd á samráðingarfundinum, viðgjørdu strandarlondini eina langtíðar umsitingarstrategi fyri svartkjaftin og mest loyvdu veiðu fyri 2016. Semja var um at halda fram at viðgera hesi bæði mál, eins og eitt nýtt býti av svartkjaftinum í Reykjavík í døgunum 4. – 5. november.

Á samráðingarfundinum um norðhavssild, sum byrjaði mikudagin, hittust strandarlondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland. Grønland luttók sum eygleiðaraland. Á fundinum viðgjørdu strandarlondini mest loyvdu veiðu fyri 2016 eftir at øll tey vanligu málini á dagsskránni vóru avgreidd. Semja var um, at mest loyvda veiðan fyri 2016 skuldi vera samsvarandi umsitingarætlanini fyri norðhavssild og tilmælinum frá ICES. Sostatt verður mest loyvda veiðan av norðhavssild fyri 2016 316.876 tons. Strandarlondini vóru somuleiðis samd um at hittast aftur í Reykjavík í døgunum 2. – 3. november fyri at viðgera eitt nýtt býti av norðhavssild fyri 2016 og næstu árini.

Kelda: fisk.fo tilvildarlig savnsmynd 24.fo – nótaskip