Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

FISKIMÁLARÁÐIÐ NÝTIR MAFIAFRAMFERÐARHÁTT

Savnsmynd 24.fo

Hetta skrivar Meginfelag Útróðrarmanna, nú Fiskimálaráðið tekur rættindi frá útróðrarbátunum. Tað sum gongur fyri seg er svans úr enda í annan sigur formaðurin í M.Ú. Absalon í Buð formaður í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at teir søkti vegna sínar limir, íð hava fiskað á grunnunum langt áðrenn, teir íð nú eru við at skræða seg sundur av makrelinum, um at fáa kvotu til sínar limir – men hetta bleiv blankt avvíst?

Hinvegin kunnu vit taka eitt dømið, rækjubátar, íð fingu kvotu, tí teirra rættindi vóru skerd vegna boykott, hava í dag fingið síni rættindi aftur. Umframt tað hava teir eisini fingið makrelkvotu – íð teir nú selja – meðan teir fiska rækjur fyri methøgar prísir. Um somu tíð, kann húkaflotin ikki lata sínar kvotur til aðrar at fiska. Samstundis hava tey feløg og teir persónar í reka línuveiðu verið í kreppu í mong ár. Vit eru skerdið bæði við stongdum leiðum og mistum døgum, men tað kemur ikki politikkarunum til hugs, at betra um umstøðurnar hjá húkaflotanum. Tað sum gongur fyri seg er svans úr enda í annan og at biða okkum gerða viðmerking til nýggju makrelkunngerðina er púra burturvið, hetta minnir mest um eitt mafia býti sum makrelkunngerðin verður umsitinm, sigur Absalon í Buð formaður í Meginfelag Útróðrarmanna í viðtalu við 24.fo. Mynd av Absalon í Buð & Mynd av Kallanes á veg inn á Klaksvík – savnsmyndir 24.fo Seinastu tvær makrelkunngerðir kunnu lesast her: Kelda:fisk.fo 11-09-2014 | Fráboðan um broyting í skipanini av fiskiskapinum eftir makreli í 2014 Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir makreli soleiðis, at onnur fiskifør sleppa at fiska av teimum felagskvotum, sum eru settar av til línuskip, útróðrarbátar og garnaskip. Landsstýrismaðurin hevur somuleiðis gjørt av, at tann parturin av makrelkvotuni, sum ætlanin var at nýta til umbýti í samráðingum um fiskirættindi við onnur lond, ístaðin verður latin føroyskum fiskiførum at fiska sum felagskvota. Í makrelkunngerðini hevur landsstýrismaðurin heimild at loyva øðrum fiskiførum at veiða av felagskvotum, sum líkindi eru fyri ikki verða fullnýttar. Broytingarnar vera galdandi frá og við sunnudegnum 21. september 2014. 17-09-2014 | Broyting í skipanini í makrelfiskiskapinum Hósdagin 11. september 2014 boðaði Fiskimálaráðið frá, at onnur skip kunnu fiska av kvotunum, sum upprunaliga eru latnar línuskipum, útróðrarbátum, garnaskipum o.ø. (tilsamans 2.800 tons), og av teimum 6.500 tonsunum, sum vóru sett av at brúka í samráðingum við onnur lond. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nú gjørt av, at treyt fyri at fáa loyvi at fiska av nevndu kvotum er, at kvotan hjá bólkinum, sum fiskifarið er í sambært § 4-12 í kunngerð nr. 84 frá 4. juli 2014, er fiskað. Tey, ið ætla at fiska av hesum kvotum, skulu søkja VØRN – Fiskiveiðieftirlitið – um fiskiloyvi. Sí nærri á www.vorn.fo.

Kelda grein á 24.fo 16/09/2014 by Óli M. Lassen in Fiskivinna, Vinnutíðindi