Seinastu tveir mánaðarnar hevur Khuldah Mikkelsen arbeitt sjálvboðin í Snjallubjallu. Bæði hon og leiðarin fegnast um hetta átakið.
Khuldah hevur seinastu tveir mánaðirnar arbeitt sjálvboðin í Snjallubjallu í tríggjar tímar, tvær ferðir um vikuna. Hetta er sprottið úr integratiónspolitikkinum í Klaksvíkar kommunu. Meiningin er at geva tilflytarum møguleika fyri at læra og venja seg í føroyskum máli, at geva teimum atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin, og at koma í samband við føroysk born og familjur teirra.
– Eg havi verið sera glað fyri at brúka mina útbúgving í Snjallubjallu, eg varð liðugt útlærd fyri átta árum síðani, og hetta er fyrstu ferð, eg ordiliga brúki hana í arbeiði, sigur Khuldah, sum hevur útbúgving á økinum.
Leiðarin í Snjallubjallu er somuleiðis fegin um samstarvið. – Khuldah er sera kreativ og hartarbeiðandi, sigur Hervør Nolsøe, sum er leiðari í Snjallubjallu. – Hon er løtt at vera saman við, og hini starvsfólkini hava lært nógv av hennara hugflogi og evnum til at evna ymisk handalig ting saman við børnunum, sigur hon.
Fleiri av starvsfólkunum í Snjallubjallu eru tilflytarar, ein úr Ukrainu og ein úr Serbia. Hesar tosa báðar flótandi føroyskt, og hetta hevur hjálpt Khuldu at koma inn í starvsumhvørvið á stovninum. – Av tí, at nógv av okkum (tilflytarum red.) ikki duga flótandi føroyskt, so taka vit bara størv, har føroyska málið ikki er neyðugt at duga. Men hesin møguleikin var kærkomin, tí eg fekk høvið at arbeiða innan mitt egna fakliga øki, sigur Khuldah.
Starvstíðin hjá23-10-2015 Khuldu var tveir mánaðir, og teir eru nú gingnir. Hóast hetta eru bæði Khuldah og Hervør jaligar yvirfyri møguleikum um at halda fram við sjálvbodna arbeiðnum. Harafturat er Khuldah komin á avloysaralistan hjá Snjallubjallu, soleiðis at hon við hvørt sleppur framat at arbeiða við løn eisini.
Khuldah Mikkelsen býr í Klaksvík saman við manninum Sámal, og tey eiga trý børn.
kleksvik.fo 23-10-2015