Home Fólk & Samfelag Tórshavnar Kommuna í stórari mening

Tórshavnar Kommuna í stórari mening

by OML

Tað er gleðiligt at síggja hvussu dynamiskan og visioneran borgarstjóra kommunan hevur. Tað er altíð eitt fragt at síggja tá fólk ganga høgt uppí sítt arbeiði og brenna fyri tíð og har ein sær at stór arbeiðsørka verður løgt í at loysa sett mál.

Vit á 24.fo hava seinastu árini fylgt gongdini hjá Landsins stórstu Kommunu og kan ein ikki siga anna enn, at har er ferð á og gongur borgarstjórin á odda saman við sínum samgongufeløgum. Jú Tórshavnar Kommuna hevur nógvar pengar og hjá eini Kommunu er neyðugt at handla tá tíðirnar eru góðar og nógvar inntøkur koma í kommunukassan.

Skal høvuðsstaðurin mennast fyri alt føroya fólk og til ferðavinnu og ikki minst til tey fólk ið liva og virka í Kommununi,  so er sera skilagott at samla stóran part av kommunalu umsitingini á einum stað.

Snarskivan & sosialadeild í miðbýnum

Men kanska tað kann verða skilagott at hava eina sjálvstøðuga sosiala deild í miðbýnum, eins og Klaksvíkar Kommuna hevur flutt hetta økið í sjálvstøðugan bygning. So er eisini upplagt at hava snarskivuna í gamla bankabygninginum.

Postsavn – Kunningarstovu og Gallerí í gamla posthúsinum

Í gamla posthúsinum kann verða sum nevnt til dømis Postsavn – Kunningarstovu og Gallerí.

Løgtingið manglar hølir

Eisini er upplagt at Løgtingið keypur gamla umsitingarbygningin hjá Tórshavnar Kommunu og har kann Løgting og Landsstýrið hava umboðan eins og tingfólk kunnu fáa skrivstovu har, eins og tingformaðurin ynskir.

Tá ein Kommuna hevur so nógva ferð á bygging og keyp av bygningum so koma tað altíð at verða broytingar í onkrum ætlanum og byggimálum og her er styrkin nevniliga at verða diplomatiskur og síggja møguleikar og tað positiva í nýggjum loysnum.

Tað er gleðigligt at síggja at Borgarstjórin og býráðið arbeiðir á øllum økjum, havnaútbyggjan, miðbýðarætlanir, ítróttarhallir, musikskúla og annað.

22-10-2015

 

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.