Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fyrsta røðan hjá nýggja formanninum í Sambandsflokkinum

Nýggj leiðsla í Sambandsflokkinum – vit rætta kós Eyka landsfundur í Sambandsflokkinum 24. oktober 2015 á Østrøm, Tórshavn

 

Góðu sambandsfólk – góðu áhoyrarar – góðu vinir.

”Eyðmýkt er grundarlagið undir øllum dygdum”.

Soleiðis segði kinesiski filosofurin Konfutze 500 ár fyri okkara tíðarrokning.

Hesi gomlu orði hava verið í huganum, nú eg eri einmælt valdur til formann í Sambandsflokkinum. Og júst eyðmýktin ræður, nú eg standi her í dag.

At taka við formansstarvinum í okkara flokki er ein stórur heiður, og hann vil eg gera alt, ið eg eri mentur, fyri at bera við æru og tí stoltleika, sum tað sømir seg einum formanni í Sambandsflokkinum.

Ábyrgdin, sum fylgir við, er stór, og tað krevur sítt at verða valdur til formann í fyrsta og hollasta flokki landsins – og gjøgnum seinastu gott 100 árini, mangan størsta flokki á Tingið.

Stóra takk fyri henda mikla heiður!

*****

Við hetta høvi fari eg eisini at takka undanfarna formanni, ið hevur leitt flokkin seinastu 11 árini. Burtursæð frá einum hálvum árið í 2008 hevur flokkurin verið í samgongu alt formansskeiðið hjá Kaj Leo Johannesen.

Hann hevur megnað – við semjusøkjandi arbeiði – at hildið flokkinum við valdið, hóast tað mangan hevur brotið í bæði borð.

Tað eigur Kaj Leo rós uppiborði fyri.

Lat okkum geva honum eitt stórt klapp fyri tað.

*****

Lat meg eisini ynskja Magna Laksáfoss tillukku við næstformanssessinum. Eg síggi fram til gott samstarv við Magna.

*****

Lat okkum eina lítla løtu líta fram í tíðina.

Ongin ivi er um, at fyri okkum sambandsfólk og Sambandsflokkin liggur eitt stórt arbeiði fyri framman.

Tíðina í andstøðu eiga vit at brúka til at búgva okkum og brynja flokkin til aftur at taka við landsins leiðslu.

Vónandi vilja allar góðar sambandskreftir, ið vilja flokkinum og Føroya landi væl, koma við í hetta arbeiðið. Brúk er fyri tykkum øllum!

*****

Sum eg síggi tað, eiga okkara visjónir og politikkur fyri land og fólk at bera í sær, at Sambandsflokkurin er størsti flokkur í Føroyum.

Málið er tí, at vit vinna komandi Fólkatings- og Løgtingsval. Tann, sum vil hava ávirkan, má vinna.

Hvat er tað so, ið vit vilja?

Ja, vit eru einasti sambandsflokkur í Føroyum!

Við Ríkisfelagsskapinum skulu vit tryggja Føroysku tjóðini veruligt frælsi, so fólkið, ið her býr, trívist og hevur størsta møguliga persónliga frælsið.

Borgarin – børn og vaksin – skulu hava allar møguleikar, sum eitt nútíðar samfelag hevur at bjóða. Vit fara ikki at isolera okkum í norðurhøvum – og vit fara ongantíð uppá kompromis við vælferðina.

Tí velja vit samstarvið í Ríkisfelagsskapinum.

Vit eru einasti sosial-liberali flokkur í Føroyum!

Við liberalu stevnuni gevur Sambandsflokkurin øllum føroyingum møguleika at fara í fría vinnu. Frá okkum fær vinnulívið so góðar umstøður, sum til ber. Menning og íverksetan verður stimbrað – eisini við felags vinnuframaskipanum í Ríkinum.

AFTURFYRI – skal vinnan gjalda sín rímiliga part av vælferðini hjá okkum øllum.

Við sosialu stevnuni vil Sambandsflokkurin, at vælferðin er á norðurlendskum stigi, og tað merkir í heimsflokki. Øll – uttan undantak – skulu hava líka atgongd til vælferðartænastur – og so er tað líka mikið, hvussu nógv ella lítið fólk forvinna. Og hond skal takast um veiku bólkarnar í samfelagnum.

Politisku mótstøðufólk okkara royna at bróta niður, men vit HAVA eina SOSIALA avtalu í Ríkisfelagsskapinum. Har, ið okkara samfelag ikki røkkur, skulu føroyingar hava atgongd til møguleikar í Ríkisfelagsskapinum.

Vit skulu tryggja, at vælferðin í Føroyum eru á hædd við hana í Danmark. Tað skulu vit tora at siga opið og erliga, tí tað er okkara rættur.

Sambandsflokkurin bjóðar alt tað, ið nútímans heimsborgarin í dag spyr eftir. Eina góða javnvág millum vinnumøguleikar, trivnað og vælferð í einum felagsskapi, har ið øll eru vinnarar.

*****

Men takið ikki feil!

Uppgávan, sum Sambandsflokkinum stendur framman fyri, er álvarsom:

* Vit eru uppi ímóti einum fullveldislandsstýri. Hetta er eitt víðgongt stýri.

* Nýggj grundlóg er sett á breddan, og vit síggja, at málið hjá loysingarflokkunum er, at hon skal bróta við verandi felags ríkisgrundlógina. Tað er loysing inn gjøgnum bakdyrnar.

* Fleiri yvirtøkur eru í samgonguskjalinum, og fleiri eru væntandi

* Ríkisveitingin skal minka í virði

* Og Javnaðarflokkurin, sum hevur drigið sambandsfólk til sín undanfarnu tvey valini, er kropin úr haminum. Flokkurin hevur svikið síni lyftir. Áðrenn løgtingsvalið var hann samríkisflokkur – men aftan á valið er hann loysingarflokkur.

Tað gongur sjón fyri søgn, og eg trúgvi, at tey, sum hava valt Javnaðarflokkin fyri at stuðla einum samríkisflokki, hava fingið nakað álvarsligt at hugsa um, nú tað eru Tjóðveldi og Framsókn, sum svinga politiska taktstokkin í Føroyum.

Í okkara flokki verður ongin slingur í valsinum.

Tað er altavgerandi, at fólk vita, hvar tey hava Sambandsflokkin!

Tað er ongantíð viktigari enn nú, at vit eru trúgv ímóti okkum sjálvum – og at flokkurin stendur við síni grundvirðir.

Og so ger tað heldur onki, um vit øll eru errin av at vera sambandsfólk.

*****

Í arbeiðinum við at vinna veljarar aftur til at standa saman um sakina hjá Sambandsflokkinum og Føroya søk, so krevst – við orðunum hjá einum fyrrverandi sambandsformanni – at okkara hugsjónir og boð upp á framtíðina eru KRYSTALL-KLÁR.

Frameftir skulu vit hava ein krystall-kláran politikk á øllum týðandi samfelagsøkjum.

Politikkurin má vera so mikið lættur og greiður at fara til, so at vit øll – alt okkara bakland – valevnir, lokalfeløg, ungmannafelag, starvsnevnd, løgtingslimir og annars øll, sum vilja Sambandsflokkinum væl – kunnu vera við til at boða tann sosial-liberala sambandsboðskapin vítt og breitt.

Frameftir má ongin ivast í, hvar ið tey hava Sambandsflokkin. Tað verður setningurin!

*****

Hóast løgtingsvalið kundi tykjast náðileyst og fór við helvtini av okkara fólkum á Tingi og í landsstýri, so hevur Sambandsflokkurin í dag ein góðan og sterkan tingbólk.

Tit í tingbólkinum eru mentir at lyfta stóru uppgávuna, sum er fyri framman!

Eg eri ómetaliga forharmaður um, at ongin kvinna er í tingbólkinum. Tað, sum kvinnuligir politikarar leggja fyri dagin, er virðismikið, og vit tingMENN fylla ikki út tað plássið, sum kvinnur náttúrliga eiga í okkara tingbólki.

Tí vil eg vóna, at kvinnur í flokkinum vilja vera við í okkara arbeiði, so vit fáa innspark frá tykkum. Tað fáa vit ikki verið fyri uttan.

*****

Eisini fari eg sum nývaldur formaður at bjóða okkara fantastiska góðu valevnum frá løgtingsvalinum at koma við í politiska arbeiðið.

Vit vilja skipa so fyri, at tit koma til orðanna og kunnu fyrireika tykkum til komandi val.

Tað kann væl henda, at val til Løgting og Fólkating ikki eru so langt burturi, og um tit vilja vera við á Tingi og í stjórn, so er tað nú, at arbeiðið byrjar.

Valið skal vinnast millum valini.

*****

Fyri at kjølfesta politikkin niðri frá røtunum og líka upp í tingbólkin, mugu vit arbeiða saman um greiðu kósina fyri Sambandsflokkin. Skulu røturnar breiða út boðskapin, so er neyðugt, at somu grasrøtur eru við til at orða boðskapin.

Lat tað í dag standa eftir, at nú rætta vit kós.

Vit standa við okkara virðir
Vit eru alternativið til loysingarkreftirnar á Tingi og í landsstýrinum.
Vit vísa á eina aðra leið fyri land og fólk – við veruligum frælsi og trivnaði í okkara fantastiska landi.

Tá verður politiska myndin av Sambandsflokkinum greið – og SOLEIÐIS GERAST VIT AFTUR STØRSTI FLOKKUR TIL NÆSTA LØGTINGS- OG FÓLKATINGSVAL!

*****

Eg síggi fram til at fara undir uppgávuna at leiða Sambandsflokkin.

Einsamallur røkkur man tó ikki á mál, og vónandi vilja tit øll verða við til at lyfta flokkin upp aftur hagar, hann hoyrir heima.

Takk enn eina ferð fyri álit og heiður, tit hava víst mær í dag. Eg skal gera alt tað, sum eg eri mentur, fyri at leiða flokkin fram á leið komandi árini. So vit aftur koma í landsins leiðslu og kunnu stýra hesum landi við teirri sunnu fornuftini, sum merkir sonn sambandsfólk.

Lat meg enda við einum tí besta sitatinum hjá amerikanska forsetanum, Barack Obama. Hann sigur soleiðis:

“Broyting kemur ikki í, um vit bíða til seinni ella bíða eftir onkrum ØÐRUM. Tað er okkum SJÁLVUM, vit bíða eftir. VIT eru broytingin, sum vit leita eftir”.

Takk fyri!

Lelda:samband.fo – 24. oktober 2015