Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Grønar hitaskipanir skulu gerast bíligari

 

Nýtt Sjálvstýri hevur í dag lagt eitt uppskot fyri løgtingið, sum kann frítaka grønar hitaskipanir fyri MVG. Talan er um eitt lógarbroytingaruppskot í lógini um meirvirðisgjald, og hetta er eitt týdningarmikið fet á kósini ímóti eini grønari framtíð í Føroyum.

Seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv góð tíðindi frá SEV um grøna orku í Føroyum, og hetta uppskotið er í beinleiðis tráð við visjónina um einar grønari Føroyar í framtíðini.

– Tað hevur stóran týdning fyri samfelagið, bæði í Føroyum og øllum heiminum, at vit stemba eftir eini grønari framtíð, tá ið tað kemur til orkunýtslu, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri og leggur afturat, at hendan lógarbroytingin ger tað nógv lættari og bíligari hjá føroyingum at velja grønar hitaskipanir framum olju í framtíðini.

Í viðmerkingunum til uppskotið skriva løgtingslimirnir eitt nú, at tað er ein sannroynd, at heimurin stendur yvirfyri risastórari avbjóðing, tá tað kemur til orkunýtslu. Fyri at tryggja komandi ættarliðum eina góða og reina framtíð, er neyðugt hjá verandi ættarliðum at seta ítøkilig átøk í verk fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum.

Hetta er galdandi fyri Føroyar og fyri restina av heiminum. Í 2009 samtykti Løgtingið at skerja føroyska útlátið av veðurlagsgassum. Tá varð dentur millum annað lagdur á, at Føroyar vilja fíggjarliga stuðla og skunda undir menning, royndir og uppsetan av alternativum orkuskipanum. Orkuskipanir, ið byggja á varandi orkukeldur, og sum kunnu gagnnýtast heima ella úti í heimi.

Hóast hetta var niðurstøðan, er lítið og einki hent á hesum øki síðani.  – Men nú taka vit eitt týðandi stig á vegnum, við at framseta hetta uppskotið, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri.