Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann í dag lat upp nýggja spæliplássið í Grasagarði. Fleiri myndir …
– Tað er ótrúliga stuttligt at síggja so nógv fólk her í dag, og tað ber boð um, at spæliplássið fer at verða brúkt dúgliga – bæði gerandisdagar og í vikuskiftum. Her verður gott hjá tykkum børnum at klatra, hoppa og spæla og eisini hjá foreldrum at koma inn. Stóri áhugin í dag vísir, at eitt tílíkt spælipláss fer at skapa trivnað í okkara býi.
– Her lívir væl, staðið er veðurgott, og tí eru umstøður hjá barnafamiljum at savnast av teimum bestu. Eisini havi eg longu hoyrt um barnagarðar, sum ætla sær at brúka nýggja spæliplássið. Býarbussarnir steðga allir við Steinatún, so her er skjótt og lætt at koma úr allari kommununi.
– Undirlagið her er gummiasfalt í fleiri litum. Tað sæst væl og bjóðar í sjálvum sær eisini børnunum til spæl. Á spæliplássinum eru balansubummar, klatrinet og trampolinir, ið kunna kveikja, vekja og menna motorikkin og fysikkin hjá børnum. Millum nógva lívið, sum fer at verða her, nú plássið letur alment upp, eru eisini stór gomul vøkur trø, mest ahorn, umframt runnar av ymiskum slag, blómur og staudir.
– Grasagarður liggur millum Steinatún og Kongagøtu. Økið hevur seinnu árini verið nýtt til uppihald, gjøgnumgongd og ymisk tiltøk, barnafagnað, brúðarvígslur, konsertir og hátíðarhald.
– Hyggja vit rundan um okkum, so síggja vit serliga tveir bygningar. Báðir bygningarnir eru frá 1906. Hesin reyði bygningurin kenna nógv tykkara longu. Hatta er fyrsta telegrafstøðin í Havn. Í dag fara børn til tannlækna í bygninginum, tí seinastu nógvu árini hevur skúlatannlæknastovan húsast í honum.
– Og hesin hvíti bygningurin lat Føroya Banki byggja. Í nógv ár goymdu og ansaðu tey eftir pengum innan fyri tjúkku veggirnar. Í dag brúkar Tilhaldið húsini, har aldrandi borgarar í kommununi savnast til sang, fimleik og mangt annað. Soleiðis fara bæði ung og gomul at trívast lið um lið her í miðbýnum. Felags fyri tey yngru og eldru er, at tey her hitta onnur og eru virknir borgarar.
– Í báðum førum bjóðar kommunan tykkum øllum at taka lut í gerandisdegnum á ein gevandi hátt. Tit hava øll iPad, og tit vita frá ungum árum, hvussu alt gongur fyri seg á eini iPhone. Tað er bara gott, men samstundis mugu tit ikki gloyma at koma út, spæla og røra tykkum.
– Tað er mín vón, at nýggja spæliplássið í Grasagarði fer at savna børnini í kommmununi, og at tey her fara at fáa nógvar góðar løtur alt árið.
– Vit, sum sita í býráðnum, vilja hava ein miðbý við trivnaði, einum blómandi handilslívi, matstovum, fjølbroyttum mentanarligum tilboðum, bústøðum, ferðavinnu, grønum økjum, innbjóðandi torgum og spæliøkjum.
– Jú, vit leggja stóran dent á miðbýin og eru farin undir eina skipaða tilgongd at menna hetta økið. Hetta sæst aftur í fíggjarætlanini fyri 2016, har býráðið hevur sett av nakrar milliónir til at menna og fríðka um miðbýin.
– Arbeiðið er longu farið ígongd, tí her er einki at bíða eftir. Nýggja spæliplássið í Grasagarði er eitt úrslit av okkara visjónum um at skapa eina virkna og vakna kommunu við góðum tilboðum til fólk í øllum aldri.
– Hetta er ein góður dagur fyri børnini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann lat spæliplássið í Grasagarði upp alment.