Strandarríkini Føroyar, ES og Noreg hava í dag í Clonakilty í suður Írlandi gjørt semju um fiskiskapin eftir makreli fyri 2016 og næstu árini. Semjan er gjørd innanfyri karmarnar av Makrelsemjuni frá 12. mars 2014 í London.
Tvinnir høvuðstættir eru í semjuni, ið varð gjørd í morgun. Teir eru ein langtíðar umsitingarstrategi fyri makrelin og felags samstarv millum strandarríkini um eftirlit við fiskiskapinum eftir makreli og øðrum uppsjóvarfiskasløgum í 2016.
Sambært langtíðar umsitingarstrategiini verður heildarkvotan í 2016 ásett til 895.900 tons. Føroyska makrelkvotan verður samsvarandi býtislyklinum í Makrelsemjuni frá 2014 ásett til 112.892 tons í 2016.
Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, fegnast um, at tað hevur eydnast undir føroyskum formansskapi at finna eina semju um eina langtíðar umsitingarstrategi fyri makrelin. Tað hevur stóran týdning fyri føroyskan búskap og vinnu, at makrelfiskiskapurin kemur undir støðug viðurskifti í framtíðini.
Semjan kann lesast her
kelda:fisk.fo