Poul Michelsen og Inger Støjberg hava avtalað at seta gongd á arbeiðið at fyrireika yvirtøku av útlendingaøkinum og marknaeftirliti
23 oktobur høvdu Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, og Inger Støjberg, danskur ráðharri við ábyrgd av útlendingaøkinum, fund í Keypmannahavn um at seta gongd á aftur arbeiðið at fyrireika yvirtøku av útlendingamálum og marknaeftirliti.
Teir báðir ráðharrarnir undirritaðu á fundinum eina avtalu um, at hesar fyrireikingar nú verða raðfestar av báðum pørtum. Miðað verður fram ímóti at samráðingarnar verða lidnar í fyrra hálvári 2016. Uppií hesum fyrireikingum er eisini uppgávan at fáa eina semju í lag við Schengen-myndugleikarnar í Brússel.
Avtalan kann lesast her Kelda:Uttanríkis- & Vinnumálaráðið