KVF viðgjørdi í dag fráfaringar avtaluna sum fyrrverandi stjórin í BankNordik fekk uppá góðar 9 milliónir krónur. Forkvinnan í BankNordik segði við KVF, at fáa løn í 3 ár kundi virka sum ein avtal í tunga endanum. Hetta er rætta, men at avtala seg til eina góða fráfaringaravtalu er sera vanligt millum toppstjórar. Vert er at leggja tilmerkis at talan er um stjóra sum hevur verið í starvið í bankanum í nógv ár.
OLYMPUS – 24.FO
Sjálv fekk forkvinna í BankNordik góða avtalu tá hon sum stjóri í Tryg segði upp. Hetta skrivar DR Nyheder
Stine Bosse får 13,5 mio. af Tryg
Selvom Stine Bosse selv har sagt sin chefstilling op i Tryg, får hun fuld løn i halvandet år. Aftalen kaldes helt usædvanlig.
Af
Meir kann lesast her
Mongu gyltu lógvatøkini
Her eru nøkur dømir úr Danmark um gylt lógvatøk, sjálvandi skal havast í huga at fleiri av hesum fyritøkum eru munandi størri enn BankNordik, men tó vísir hetta at vanligt er við stórum upphæddum tá forstjórar fara frá.
Tá stjóri
Tá Ulf Wiinberg fór frá sum stjóri í medisinfyritøkuni Lundbeck í 2014 fekk hann 18 milliónir krónur. TV2
Tá Lise Kingo fór frá sum starvsfólkaleiðari í Novo Nordisk fekk hon í 2013 útgoldið 32 milliónir krónur, tá hon eftir at hava starvast har í 12 ár valdi at siga upp. TV2
Stjórin í Pandora fekk í november 2014, 34 milliónir kr. Undangongumaður hansara Marcello Bottoli sum var stjóri í Pandora í sjey mánaðir fekk 23,4 milliónir í løn. TV2
Keldur til omanfyri sitat eru frá TV2 apríl 2015 Anders Skou Kristiansen.
Tá fíggjarstjórin hjá Carlsberg Jørn P. Jensen bleiv koyrdur, fekk hann 19 milliónir krónir um hann hevði somu avtalu sum undangongu maður hansara. Og við 44.000 partabrævaoptiónum fekk hann 23 mió krónir og gevur hetta 42 milliónir krónir Kelda DR1 24 sept 2015 Patrick Asschenfeldt
TDT í 2006 Fekk Henning Dyremose fráfæringaraavtalu, bonus, partabrøv v.m. uppá einar 46 milliónir krónur DR1. Onkur við verða við at hann fekk nógv meira enn 46 mió. kr.
TDC í november 2008 fekk Jens Alder 17 milliónir krónur við sær tá hann bleiv koyrdur. DR1
Stjórin í reiðarínum TORM Klaus Kjærluff fekk 28,9 milliónir tá hann fór úr reiðarínum í september 2008. DR!
Í januar 2008 fekk frákoyrdi stjórin í B&O Torben Ballegaard Sørensen 8,3 milliónir krónur. Í 2011 bleiv avloysarin hjá honum í B&O Kalle Hvidt 2 ára løn jvf. Børsen / DR1
Tá forstjórin í DONG Anders Eldrup bleiv koyrdur mars 2012, vóru avsettar 17 milliónir í roknskapinum til eina møgulig fráfaringar avtalu / uppsøgn, men partarnir vóru ikki einigir og fekk hann við voldgiftssag útgoldið 8,7 milliónir kr – DR1
Tá Vestjyske Bank koyrdi forstjóran Frank Kristensen fekk hann 10,3 milliónir í løn eftirløn v.m. (Børsen) DR1
Forstjórin í medisinfyritøkuni Steen Scheibye fekk eftir 13 ár í starvið hjá Colplast í 2008 útgoldið 23 milliónir krónur í samband við at hann var koyrdur. DR1
Í 2013 bleiv forstjórin í vindmyllufyritøkuni Vestas koyrdur og fekk hann 18 milliónir krónur (Børsen) / DR1
Tá Eivind Kolding bleiv koyrdur í Danske Bank fekk hann løn í 18 mánaðir og svaraði tað til 23 milliónir krónur. DR1
Keldur:DR1 (Berlingske, Børsen )
Myndir 24.fo