Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fíggjarætlanin verið til 1 viðgerð í Tórshavnar Kommunu

Framhaldandi menning og ábyrgdarfullur vøkstur eyðkenna fíggjarætlanina fyri 2016.

Tórshavnar kommuna er vaksin nógv seinastu árini, og henda kósin verður eisini hildin komandi árið. Á býráðsfundi í kvøld var fíggjarætlanin til 1. viðgerð. Fundurin staðfesti, at Tórshavnar kommuna framhaldandi fer at menna trivnaðin og tænasturnar til borgararnar.

Tað gongur væl í samfelagnum í løtuni. Arbeiði er til allar hendur, og nógv virksemi er í umbúna. Tí er umráðandi at sýna fíggjarliga ábyrgd og ikki seta ferð á hákonjunkturin. Farið verður tí varliga fram komandi árið.

Skatturin lækkar
Hildið verður fast um lyftið at lækka skattin í 2016. Semja er um, at skattaprosentið fer úr 20,25 prosentum niður í 19,75 prosent. Barnafrádrátturin verður framvegis 8.000 kr. um árið. Soleiðis sýnir kommunan samfelagsliga ábyrgd og skapar tær allarbestu fortreytirnar fyri støðugari vælferð fyri vanliga borgaran.

Fíggjarætlanin fyri 2016
Á fíggjarætlanini fyri 2016 eru samlaðu inntøkurnar mettar at verða 836 mió. kr. bornar saman við 810 mió. kr. fyri 2015. Vøksturin er 3,3 prosent. Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar mettar at verða 641 mió. kr. bornar saman við 625 mió. kr. fyri 2015. Munurin er 2,6 prosent. Samlaðar útreiðslur eru mettar at verða 673 mió. kr. Stuðul til rentuútreiðslur lækkar soleiðis, at samlaði vøksturin í útreiðslum verður 1,8 prosent. Í 2016 eru settar av 339 mió. kr. til íløgur.

Inntøkumetingar fyri 2016
Kommunuskatturin í 2016 er mettur at verða 672 mió. kr., og tað er ein hækking upp á 4,7 prosent borið saman við fíggjarætlanina fyri 2015. Inntøkumetingin byggir á eina framskriving av persónskattinum fyrstu 8 mánaðirnar í 2015 umframt eina hækking upp á 2 prosent, sum liggur nakað undir útlitinum fyri búskaparvøkstri sambært búskaparfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum á heysti 2015.

Íløgur fyri framman

Stórar og neyðugar íløgur liggja fyri stavn. Kommunan tekur eingi óráð fyri, men fer við íløgunum at tryggja grundarlagið undir einari kommunu, sum framhaldandi skapar allarbestu karmarnar fyri vanliga borgaran og vinnulívið.

Skúlin á Fløtum
Ferð verður sett á arbeiðið at gera Skúlan á Fløtum. Talan verður um størsta fólkaskúla í landinum, tá ið hann stendur liðugur um nøkur ár. Settar eru av 21 mió. kr. til Skúlan á Fløtum. Peningur er eisini settur av av til økið kring nýggja skúlan, sum verður bygdur í økinum ímillum Marknagilsvegin og Landavegin, og sostatt verður nærmasti grannin Marknagilsdepilin.

Tónleikaskúli
Kommunan setir mentanina ovarlaga. Ein nýggjur musikkskúli – ella tónleikaskúli – verður raðfestur við 15 mió. kr.

Høllin á Hálsi
Ítróttin hevur altíð verið eitt eyðkenni fyri Tórshavnar kommunu. Tí verður ítróttarøkið í Gundadali eisini ment meira. Settar eru av 25 mió. kr. til Høllina á Hálsi.

Dagstovnur í Kollafirði
28 dagstovnar eru í Tórshavnar kommunu. Dentur verður lagdur á framhaldandi at veita foreldrum góða námsfrøði og tíðarhóskandi karmar til børn teirra. Settar eru av 8,75 mió. kr. til nýggjan dagstovn í Kollafirði.

Miðbýurin
Arbeitt verður víðari við miðbýarætlanini. Settar eru av 9 mió. kr. til at fríðka kommununa – millum annað Steinatún.