Home Fólk & Samfelag Norðurlendsk mentanarinnrás í London

Norðurlendsk mentanarinnrás í London

by OML

Føroyar verða partur av risastórari mentanarstevnu í London í 2017, har norðurlendsk mentan og list fer at mynda bretska høvuðsstaðin í eitt heilt ár.

Mentanarstevnan í London er framhald av átakinum ’Nordic Cool’, sum var fyriskipað í Washington í 2013, har eitt nú Tróndur Patursson, Eivør, Guðrun og Guðrun umframt Hanus Kamban umboðaðu Føroyar.

Avgerðin um, at bretski høvuðsstaðurin skal vera vertsland í 2017, var tikin á ráðharrafundi í Reykjavík, har Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, luttók.

Fleiri stórbýir vóru um boðið at gerast vertsbýir hesaferð, eitt nú New York, Sau Paulo og Berlin, men breið semja var um London. Har eru fólk fegin um avgerðina, og eru tey longu farin undir fyrireikingarnar.

”Hetta er eitt gylt høvi at sýna fram tað fremsta innan føroyska mentan og list” sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sum nú fer at fyrireika føroysku luttøkuna.

 

Mentamálaráðið, 30. oktober 2015

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.