Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways ganga framvegis uppeftir, og higartil í ár er vøksturin 12 prosent sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Stundvísið við fráferðir batnar eisini áhaldandi Nú bert tveir mánaðir eru eftir av árinum, ber til at staðfesta, at góða gongdin í ferðafólkatalinum hjá Atlantic Airways hevur hildið sær á einum nøktandi støði. Teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár flugu tilsamans 233.700 ferðafólk á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og tað er 12 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 207.700 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum. Eisini oktober í ár, tá ið 21.500 ferðandi flugu við Atlantic Airways, royndist væl betur enn sami mánaður í fjør, tá ið ferðafólktalið var 18.900. Tað er ein vøkstur á 14 prosent í einum mánaði, sum vanliga hevur verið í lakara lagi hjá flogfelagnum. Tíðarskeiðið mai til august í ár øktist ferðafólkatalið í miðal 11 prosent, sammett við summarmánaðirnar 2014. Tað svaraði til eina øking á umleið 12.500 ferðafólk. Stundvísið við fráferðir batnar eisini støðugt. Tíðarskeiðið frá januar til oktober 2015 varð flogið rættstundis (minni enn 15 min. seinking) í 85 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 4 prosentstig betri enn sama tíðarskeið í 2014. Dagføringin av GPS-grundaðu navigatións-tøknifrøðini, RNP, í flogførunum, er ein orsøk til góða stundvísið. RNP hevur við sær, at tey trý Airbus-flogførini kunnu flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður. Vinaliga Atlantic Airways
mynd Vaga Floghavn