Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hitt norska fiskimálaráðharran

Mánadagin 26. oktober 2015 hitti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, norska fiskimálaráðharran, Elisabeth Aspaker, á fundi í Reykjavík.

Ráðharrarnir umrøddu fiskivinnumál av felags áhuga. Viðurskiftini innan uppsjóvarfiskiskapin vórðu eisini viðgjørd, og harundir semjan landanna millum um makrelfiskiskapin.

Áherðsla varð løgd á týdningin, at samráðingarnar millum strandarlondini um uppsjóvarstovnarnar halda fram við tí í hyggju at finna eina semju um øll fiskasløg millum allar viðkomandi partar.

Samstarvið um botnfisk landanna millum varð eisini viðgjørt á fundinum, og settu ráðharrarnir báðir sum endamál at finna eina góða semju, tá fiskiveiðisamráðingar verða í Føroyum í desember.

Eisini onnur mál, so sum samstarv í økisfelagsskapum, og hvussu samráðingar og samstarv í síni heild kunnu skipast, vórðu viðgjørd á fundinum.

Hetta var fyrstu ferð, at Høgni Hoydal, sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hitti sín norska starvsfelaga.

Báðir partar settu fram ynski um gott samstarv frameftir.