Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár vóru gistingarnar í ferðavinnuni tilsamans 136.000. Tað eru stívliga 14.000 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 12%.
Av vøkstrinum á 14.000 gistingum kemur størsti parturin, um 4.000, frá fólki búsitandi í Føroyum. Síðani um 2.600 frá fólki úr Danmark, um 2.000 frá fólki úr Bretlandi og 1.800 frá fólki úr Norðuramerika.
Ein gisting verður tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, sum skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping og ból og bita.
Tá talan er um innskrivingar av persónum, er tað ein vøkstur á umleið 7.800, frá 45.300 fyrstu tríggjar ársfjórðingar í fjør til 53.000 sama tíðarskeið í ár. Tað svarar til ein vøkstur á 17%.
Mánaðarliga er tað ein javnur vøkstur heilt frá ársbyrjan 2013, tá Hagstovan í samstarvi við Visit Faroe Islands fór undir at innsavna hagtøl um gistingar kring landið. Vøksturin er tó størstur um várið og summarið. Serliga var stórur vøkstur í mars í ár í samband við sólarmyrkingina, men eisini alt várið og summarið var munandi vøkstur.
Í samband við hagtølini fyri mars, tá sólarmyrkingin var, skal viðmerkjast, at gistingar við ferðafólka- og hotellskipum ikki eru taldar við, ei heldur nógvar av gistingunum, har ferðafólk leigaðu bústað frá privatum.
Flestu gistingar hjá ferðafólki úr Danmark
Verður hugt eftir hvaðani ferðafólkini koma, so eru nógv tær flestu gistingarnar, 33%, hjá fólki, sum búgva í Danmark. Harnæst eru tað fólk, sum búgva í Føroyum, ið eiga 24% av gistingunum. Síðani eru tað fólk úr øðrum europeiskum londum uttan fyri Norðurlond við 21%. 16% koma úr øðrum Norðurlondum enn Danmark og Føroyum. Síðani er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa.
Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt Danmark og Føroyar, ið sum nevnt eru langt ovast, koma tey úr Noregi, Týsklandi, Bretlandi, Íslandi og Svøríki. Men eisini Norðuramerika liggur ovarliga, og her er eisini tann størsti lutfalsligi vøksturin frá 2014 til 2015.
Lutfalsliga størri vøkstur uttan fyri Suðurstreym
Í hagtølunum sæst eisini, hvussu gistingarnar eru býttar á tvey høvuðsøki í Føroyum, Suðurstreym og Føroyar annars. Av teimum uml. 136.000 gistingunum 1. – 3. ársfjórðing í ár vóru umleið 89.600 í Suðurstreymi, svarandi til 66%, og uml. 46.400 í Føroyum annars, svarandi til 34%.
Vøksturin í gistingum fyrstu tríggjar ársfjórðingar í ár samanborðið við í fjør var 8.300 í Suðurstreymi, svarandi til 10%. Men lutfalsliga var vøksturin størri í Føroyum annars, har 5.800 fleiri gistingar svara til ein vøkstur á 14%.
Tríggir fjórðingar av gistingunum í gistingarhúsi
Verður hugt eftir gistingarhátti er stórur munur á Suðurstreymi og Føroyum annars.
80% av øllum gistingum í Suðurstreymi vóru í gistingarhúsi, samanborið við 63% í Føroyum annars. Hinvegin vóru 16% av gistingunum í Føroyum annars í kamping, samanborið við 5% í Suðurstreymi.
Fyri allar Føroyar vóru 74% av øllum gistingunum í 2015 á gistingarhúsi, 15% í íbúð ella húsi, stívliga 8% í kamping og 3% sum ból og biti. Lutfalsliga var størsti vøksturin í kamping.
Í talvuni omanfyri eru umframt gistingar eisini innskrivingar fyri 1. – 3. ársfjórðing 2014 og 2015. Viðmerkjast skal til stóra fallið frá 2014 til 2015 í gistingum í bólkinum ”Íbúð/Hús” fyri Føroyar annars, at her eru m.a. tvær umstøður munandi broyttar. Ein er, at her var tað ikki møguligt hjá ferðafólki at leiga íbúð ella hús gjøgnum eina av stóru kunningarstovunum í 2015, so sum tað var í 2014. Ein onnur er, at fleiri langtíðarleigumál, ið vóru í 2014, ikki vóru í 2015.
Í myndini niðanfyri síggjast broytingarnar frá einum ársfjórðingi til annan fyri trý tey seinastu árini, og hvussu samansetingin er eftir gistingarhátti. Sera sjónskt er, hvussu nógv tær flestu gistingarnar eru í 2. og serliga í 3. ársfjórðingi. Eisini sæst, at tann stóri vøksturin í kamping serliga er í 3. ársfjórðingi.
Dagførdu ferðavinnuhagtølini eru at finna í hagtalsgrunninum.
Kelda: Hagstova Føroya » 03. november 2015 – Savnsmynd 24.FO