Leirvíkar Skúlabókasavn skipar fyri barnabio í Miðhøllini í Leirvíkar skúla komandi leygardag 7. november kl. 10.00. Teknifilmurin Aristocats verður vístur og tað er ókeypis atgongd.
Fyrireikararnir boða frá, at tað er 5-ára aldurs(há)mark. T.v.s. at tiltakið er fyrst og fremst ætlað foreldrum við børnum, ið eru 5 ár ella yngri. Loyvt er at taka barnavogn við.
Okkurt gott verður eisini til bæði vaksin og børn.