Home Vinnutíðindi Bakkafrost ger stóra íløgu í Klaksvík

Bakkafrost ger stóra íløgu í Klaksvík

by OML

Alifelagið Bakkafrost hevur ætlanir um at byggja smoltstøð norðuri á Strond í Klaksvíkar kommunu. Talan er helst um størstu einstøku vinnuverkætlanina í Klaksvíkar søgu.

Óluva Klettskarð, forkvinna í Vinnu- og Havnanevndini og Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Alifyritøkan Bakkafrost stendur fyri nærum helminginum av føroyska útflutninginum, og nú hevur felagið sent Klaksvíkar kommunu umsókn um at byggja stóra smoltstøð norðuri á Strond. Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost sigur, at teir arbeiða við eini ætlan um burðardygga aling, og tí hevur felagið eitt mál um at trífalda smoltstøddina og harvið minka um lúsatrýstið.

Í løtuni verður arbeitt við at projektera byggiverkæltanina lidna fyri bygningin, og endaliga verkætlanin er treytað av góðkenning frá avvarðandi myndugleikum.

Regin Jacobsen greiðir frá, at tað ikki eru nógv støð í Føroyum, har umstøður eru til at byggja eina so stóra smoltstøð, men at felagið eftir at hava kannað fleiri møguleikar er komið fram til, at ídnaðarøkið hjá Klaksvíkar kommunu á Strond er sera væl egnað. Tí hevur felagið sett seg í samband við Klaksvíkar kommunu fyri at kanna møguleikarnar fyri at føra verkætlanina víðari. Umsóknin hjá Bakkafrost snýr seg bæði um keyp av lendi til bygningin, umframt byggiloyvi.

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu fegnast um verkætlanina. – Tað er sjálvandi ein stórur vinningur fyri kommununa, at Føroya størsta alifyritøka ynskir at gera íløgur í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum leggur afturat, at talan er helst um størstu einstøku vinnuverkætlan í Klaksvík nakrantíð. Borgarstjórin er sannførdur um, at verkætlanin hevur stóran týdning fyri Klaksvíkar kommunu, tí nýggja støðin bæði fer at skapa nýggj arbeiðspláss og harumframt geva øðrum fyritøkum í Klaksvík inntøkur í avleiddum virksemi frá smoltstøðini.

-Hetta er ein stór og sera spennandi verkætlan, tí hetta gevur okkum møguleika fyri at gagnnýta eitt øki, sum vit alla tíðina hava ætlað sum vinnuøki, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og leggur afturat, at ætlanin er eisini at fríðka lendið rundanum bygningin, soleiðis at kringumstøðurnar verða góðar. – Harumframt fer verkætlanin óivað at seta ferð á ídnaðarøkið við Borðoyarvík, so hetta er í allar mátar sera jaligt fyri vinnuna í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

-Vit hava eitt gott samskifti við Bakkafrost, og arbeiðið hevur higartil gingið bæði skjótt og væl, so vit ganga eini spennandi tíð í møti, sigur borgarstjórin at enda.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.