Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um sýtan av innliti grundað á tíðarnýtslu at avgreiða innlitsáheitanina.
Umboðsmaðurin vísti á, at eingin áseting er í innlitslógini, sum loyvir myndugleikum at sýta eini innlitsáheitan við teirri grundgeving, at tað tekur ov drúgva tíð at viðgera hana. Sambært vegleiðingini um innlitslógina kann ein myndugleiki einans nokta eini innlitsáheitan grundað á talið á skjølum, um tað snýr seg um eitt ovurhonds stórt tal av skjølum. Umboðsmaðurin helt ikki, at umleið 130 skjøl kundi sigast at vera eitt ovurhonds stórt tal av skjølum, og mælti tí Fiskimálaráðnum til at taka málið uppaftur til viðgerðar, og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum. (LUM 15-00021)
Álitið kann lesast her