Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Matstað letur upp á Glyvrum


Feðgarnir Rafik og David Bourbiaa lata í dag upp nýtt matstað á Glyvrum, sum hevur fingið navnið “Hjá Rafik”. Nýggja matstaðið fer at selja bæði pizza, shawarma og allan grillmat.

Rafik Bourbiaa, sum er ættaður úr Tunesia, men sum hevur búð í Føroyum í skjótt 30 ár, hevur nógvar royndir við at reka matstøð. Mest kendur er hann fyri matstaðið “Rafiksa”, ið hann átti og rak í Saltangará í meira enn 20 ár. Eisini hevur hann havt matstað í Havn í nøkur ár.

Saman við soni sínum, David Bourbiaa, letur Rafik Bourbiaa í dag upp matstað á Glyvrum, ið liggur millum skúlan og missjónshúsið. Her fara teir báðir at selja pizza, shawarma og allan vanligan grillmat.

Nýggja matstaðið við navninum “Hjá Rafik” fer at hava opið vanligar dagar frá kl. 17.00-24.00 og um vikuskiftið til klokkan 01.00.

Rafik Bourbiaa hevur rikið matstøð í meira enn 20 ár bæði á Skálafjørðinum og í Havn.