Frælsur Ítróttur Føroya hevur í dag longt høvuðsstuðulsavtaluna við Tryggingarfelagið.
Tað vóru vegna FÍF Hallur Holm, formaður, og vegna Tryggingarfelagið Føroyar, Maria á Dul, deildarstjóri og Oda W. Andreasen, marknaðarfólk, íð undirskrivaðu avtaluna, sum inniber at Tryggingarfelagið Føroyar verður høvuðssponsor hjá FÍF tvey á afturat fram til 2017.
Á myndini standa Hanus Bergsson, spjótkastari og Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum bæði er loypari og spurtari.
Frammanfyri Maria á Dul, deildarstjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Hallur Holm, formaður fyri FÍF.
Frælsur Ítróttur Føroya er sersambandið fyri frælsan ítrótt, og hevur tilsamans seks limafeløg við umleið 1000 limum tilsamans.
Maria á Dul, deildarstjóri á Tryggingarfelaginum Føroyar sigur: ”Vit gleða okkum til eitt framhaldandi gott samstarv við FÍF og gleðast um, at vit við hesi stuðulsavtaluni framhaldandi kunnu vera við til at menna frælsan ítrótt í Føroyum. Vit sóu til Oyggjaleikirnar á Jersey, at vit seinastu 2 árini hava ment okkum sera nógv innan frælsan ítrótt og vit bæði vóna og vænta, at henda menningin fer at halda fram.
Hallur Holm, formaður í FÍF sigur: “Menningin innan frælsa ítróttin hevur verið stór seinnu árini, og við økta virkseminum koma eisini øktar útreiðslur. Avtalan við Tryggingarfelagið Føroyar er avgerandi fyri, at góða gongdin og kann halda fram. Vit fegnast um, at Tryggingarfelagið Føroyar eisini sær møguleikarnar í frælsum ítrótti, og vil vera við til at bera hann enn longur fram á leið.
Stuðulsavtalan hevur givið FÍF møguleika at økja um landsliðsarbeiðið, og hetta kemur serliga væl við nú, tá so nógv ungfólk standa á gáttini til oyggjaleikalandsliðið.
Sponsoravtalan millum FÍF og Tryggingarfelagið Føroyar er galdandi fyri 2016 og 2017.