Í august vóru 24.795 løntakarar, árstíðarjavnað. Tað eru 44 fleiri enn í juli. Hetta merkir, at gongdin við eini støðugari, lítlari framgongd hevur verið í 20 mánaðir. Seinastu mánaðirnar er framgongdin dragnað nakað, so tað nú eru um 40 fleiri hvønn mánað. Fyri hálvum árið síðani var mánaðarligi vøksturin eini 60 til 70 um mánaðin.
Fiskivinnan tekur tað mista innaftur
Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaði, tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.
Í fiski- og alivinnuni vóru 4.168 løntakarar í august 2013. Árið eftir var hetta minkað við 240 løntakarum, men nú er tað mesta av minkingini vunnið innaftur, tí í august 2015 vóru tað eins nógvir løntakarar sum tvey ár frammanundan.
Tað er vøkstur í øllum høvuðsvinnugreinunum, í fiski- og alivinnuni eru 210 fleiri løntakarar enn í august í fjør, ein vøkstur á 5,3%, og í byggivinnuni eru 130 fleiri løntakarar, ein vøkstur á 4%.
Í tænastuvinnunum er framgongdin eitt sindur lakari, privatar tænastuvinnur hava ein vøkstur upp á 1,9% meðan almennar tænastur hava eina framgongd upp á 2,3%.
Felagsskapir og mentan størsta vøksturin
Vinnugreinin við størsta vøkstri er felagsskapir og mentan, har tað í august vóru 644 løntakarar, eini 60 fleiri enn fyri einum árið síðani. Framgongdin er 11%. Í tali er størsta framgongdin í heilsu- og almannverki og í kommunum, har tað eru komnir 100 løntakarar fleiri enn fyri einum árið síðani.
Nú hava kvinnurnar munin
Tann størra helvtin av løntakarum er menn, og fyrr í ár hevur størri parturin av framgongdini verið til mannfólk. Hetta er bæði galdandi fyri lønir og løntakarar. Í lønunum er tað tó hent, at í heyst hava kvinnurnar fingið størra partin av framgongdini, og nú er tað eisini fyri fyrstu ferð í ár kvinnurnar, sum hava munin í løntakaratølunum. Í august vóru 410 fleiri kvinnur løntakarar, meðan tað bert vóru 295 fleiri menn løntakarar. Gongdin fyrr í ár hevur annars verið, at størra helvtin av framgongdini fór til mannfólkini.
Í myndini niðanfyri sæst broytingin í mun til sama mánað árið fyri. Tá sæst, at mennirnir hava havt størri vøkstur frá februar 2014 til juni 2015. Síðani er vøksturin ár til ár minkaður niður um 300. Kvinnurnar hava harafturímóti ein meira javnan vøkstur, og í august 2015 var ár til ár vøksturin yvir 410.
Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her