Í visjónini fyri Tórshavnar Kommunu er m.a. ásett, at høvuðsstaðurin skal vera virkin við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum, og at høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður við skjótari og góðari tænastu til borgarar og vinnu.
Við støði m.a. í hesi visjón er innan mentamálaøkið/trivnaðarfyrisitingina sett út í kortið, at royna leistin við at gera sonevndar mál- og avriksavtalur við stovnar innan mentamálaøkið hjá Tórshavnar kommunu.
Hetta verður gjørt við tí fyri eyga at seta mál og leggja ætlanir fyri virksemið, at tryggja rationellan rakstur, eins og støðugt at fremja og eftirmeta aarbeiðsgongdir, umframt at skapa eitt kveikjandi og mennandi arbeiðsumhvørvi. Alt hetta við tí meginendamáli at veita góðar tænastur og tilboð til borgararnar.
Sum tann fyrsti í røðini er nú gjørd avtala við Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og listaskúla. Avtalan sæst niðanfyri.
Kvøldskúlin er Føroya størsti skúli, er ein kommunalur stovnur og hevur hetta skúlaárið umleið 2700 næmingar, umleið 140 lærarar og eru fleiri enn 200 skeiðstilboð í gongd. Raksturin er fíggjaður av kommununi, mentamálaráðnum og egingjøldum.
Á myndini síggjast: Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Kvøldskúlanum, Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini og Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari.