Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Rætt av Fiskimálaráðharranum at áseta Føroyum høga svartkjaftakvotu

Mynd 24.fo

Fólk í hava sera gott innlit í Føroysk fiskivinnuviðurskiftir siga at tað er rætt at hækka okkara svartkjaftakvotu munandi, nú vit samráðast um ásetan av svartkjafta kvotuni í strandalandasamráðingum

Keldan sigur við 24.fo at Ísland á sinni fekk heldur stóran part av kvotuni tá hon av fystani tíð var ásett. Við okkara søguligum tølum hevur føroyska samráðingartoymið góð kort á hondini fyri at okkara partur av svartkjaftakvotuni eigur at økjast.

Fiskimálaráðharrin ger just tað sama sum undanfarni fiskimálaráðharri gjørdi nevniliga at hækka okkara part av kvotuni, fyri at vísa á,  at vit veruliga meina tað, tá vit siga at vit eiga munandi størri part av svartkjaftakvotuni.