Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Umboðsmaðurin hevur fingið nýtt starvsfólk

Mynd 24.fo

Í dag byrjar Gurið Joensen, løgfrøðingur, í starvi sum ráðgevi hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Gurið Joensen er 51 ára gomul og tók løgfrøðiligt embætisprógv í 1990. Hon hevur m.a. starvast sum løgfrøðingur á Toll- og Skattastovu Føroya, advokatur, stjóri á Útlendingastovuni og stjóri á Føroya Kærustovni. Síðani 2012 hevur hon starvast sum deildarleiðari á Almannaverkinum.

Arbeiðsuppgávurnar hjá Gurið Joensen verða í høvuðsheitum at fyrireika og viðgera innkomar klagur og at hava eftirlit við stovnum og málsviðgerð á útvaldum økjum.

LUM 16-11-2015 Tilvildarlig savnsmynd 24.fo