Home Fólk & SamfelagLesarin skrivar Politiska skipanin farin av kós

Politiska skipanin farin av kós

by OML

Landsstýrið, umsiting og Løgting hava nú í fleiri ár ført ein politikk í greitt vísir, at bland er komið í týðandi hugtøk, tá umræður fiskivinnupolitikk. Hetta hevur ført til, at stórur ivi er sáttur um fiskivinnulóggávuna og um hendan verður umsitin sum Løgtingið hevur ásett.

oli-2012-1-5

Óli M. Lassen, siviløkonomur Reiðari & Ábýrgdarstjóri 24.FO

Vit hava eina greiða Fiskivinnulóggávu á flest øllum økjum og er vinnan væl skipað, undir hesi lóggávu. Men politiska skipanin hevur hug til at vevja skip – fiskiloyvir – veiðiloyvir,  kvotur, fiskidagar v.m.  saman, so tey fullkomiliga hava mist fatanina av hvat grundætlanin er við Fiskivinnulóggávuni.

 

Tey í virka undir Fiskivinnulóggávuni fram til 2010 hava virka undir eini skipan í tekur støði í teirra søgulig rættindum fram til 1993 og bleiv hetta so skipa sum nýggja Fiskivinnulóggávan frá 1994.

Í 2010 hendir tað, at Løgtingið verður tikið av ræðið og nýggj rættindi verða útlutað í kunngerð, har tað er torført at síggja, hvørjar lógarheimildir liggja aftanfyri hesar kunngerðir.  Og hvat fyri lóglig, saklig og viðkomandi viðurskiftir liggja aftanfyri hesar útlutanir av nýggjum rættindum, vísandi til  Fiskivinnulógina.

Konsessiónir út frá søguligum rættindum

Føroyska fiskivinnulóggávan byggir á, at tey feløg í virkaðu her áðrenn nýggju lógina og kundi vísa á søgulig rættindi, fingu konsessiónir Ein konsessión bestendur av einum: Felag,skip, og fiskiloyvi og har skipið skal hava gyldugt veiðuloyvi. (tó krevst ikki veiðiloyvi til fyribils og avmarkað rættindi)

Undir Føroyum og uttanfyri føroysk sjóøkið hava feløg fingið konsessiónir til veiðurættindi sum tey so hava lagt á síni skip. Uttanfyri føroysk sjóøkið hava vit sínámillum avtalur við onnur lond, við EU og strandalandaavtalur v.m.

Her er vert at hava í huga,  at tað ikki er møguligt at skriva nýggj rættindir út til veiðu á landgrunninum ella sínámillum avtalur í longu eru staðfestar í lógini um vinnuliga fiskiskap – tí hesi rættindi júst eru latin persónum og feløgum í 20 ár.

Tí er ikki heimild at lata onnur feløg fiska av hesum rættindum botnfiski ella uppsjóvarfiski, flaki v.m.  tí hesi rættindi longu eru latin ávísum feløgum við grundarlagið í teirra søguligu rættindum. Vit kunnu siga at viðurskiftini eru sera væl skipa.

Neyvan loyvt at koyra søgulig rættindir á uppusølu

Tey ið hava fingið rættindi til hesi økir hava fingið eitt loyvið í varar í 20 ár. Hetta er skipað soleiðis, at fara rættindini undir Føroyum upp, so fær hvørt felag hækka rættindi / fiskidagar, í tí bólki tey hava rættindi til. Og fara kvoturnar upp har Føroyar hevur samráðst  seg til avtalur við onnur lond, so fer kvotan upp hjá teimum skipum, ið hava hesi rættindi.  Flakatrolara, rækjuskip, nótaskip v.m. .  Fara kvotur í altjóða høpi niður, so fara rættindini eisini niður, eins og niðurskurður í fiskidøgum undir Føroyum førir til at rættindi minka hjá feløgum í reka botnfiskaveið undir Føroyum.

Sum víst á, so fingu feløgini, ið eiga hesi rættindi,  hetta grunda á teirra søguligu viðurskiftir og vara rættindini í minst 20 ár. Tað vil siga at eingin kann fáa nýggj rættindi til hesi økir tí rættindini longu eru latin í konsessiónum. Eitt dømið er tá fiskiskapurin steðgaði á Flemis Cap so fingu hesi skip ikki nýggj rættindi undir Føroyum tí Fiskivinnumynduleikin átti eingi rættindi at lata.

Royndarveiða & nýggj rættindi

Umframt hesi rættindi, so er møguligt at loyva royndarveiðu og kunnu royndarloyvir blíva til varandi loyvir tá nøkur ár eru fráliðin.  Til dømis havtaskuloyvi, hummaraloyvi, trolbátar, garnaveiða,v.m.  serlig fiskiloyvi.

Útlutan av nýggjum rættindum til persónar og feløg

Tó er tað í lógini um vinnuligan fiskiskap møguligt at luta út nýggj rættindi sum Føroyar sum land ognar sær. Her kann nevnast tá Føroyar settu sær egnar makrelkvotu í egnum sjógvi,  ella nú politiski myndugleikin økir okkara part av svartkjaftarættindum munandi.

Um talan her er um nýggj rættindi, so er møguligt at býta út til onnur enn tey í eiga søguligu rættindini.  Nevniliga tí eingin hevur rætt til hetta tilfeingið óansæð hvat fyri veiðuloyvir feløgini máttu eiga.

Men hinvegin um hetta bert er ein vanlig hækkan av einari kvotu, so er ikki lógarheimild at luta hetta út til nýggjar aktørar. Tí rættindini longu eru staðfest hjá teimum í eiga hesi rættindi til svartkjaft v.m. .  Sagt á annan hátt, tað er ikki loyvt at taka rættindi frá rættindahávaranum,   tey hava jú hesi rættindi fram til 2018.

Løgtingsfólk ikki lógarkøn

Vit kunnu ikki rokna við at løgtingsfólk skulu kenna allar lógir og detaljur í lógum. Men á hvørjum árið er viðgerð í løgtinginum av fiskidøgunum og tí kundi ein trú, at løgtingsfólk høvdu fingið somikið innlit í Fiskivinnulóggávuna, at tey kundi føra ein politikk ið livir upp til lógina og andan í lógini.

Í lógini stendur at dentur verður lagdur á, at varðveita tilfeingið undir Føroyum og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga.

Vinnuligt at skapa Støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og  vinnuligt virksemi um alt landið.

Viðvíkjandi stovnum, sum ferðast um fiskimark ella bert ferðast í altjóðasjógvi, verður dentur lagdur á millumlandasamstarv  hjá føroyskum fiskiførum á sjóleiðum uttanfyri føroysku landleiðirnar. Her er talan um avtalur sum landið hevur samráðst seg til.

Ein meginregla í umsitingini av tilfeingi, ið ikki er avmarkað av altjóða- ella øðrum avtalum, sum Føroyar er partur í, er at veita so frælsa atgongd til hetta tilfeingi sum gjørligt fyri fiskifør undir føroyskum flaggi.

Nýggj rættindi rúmast í lógini um vinnuligan fiskiskap

Tá talan er um nýggj rættindi so kunnu hesi rættindi einans verða skipa sum $21 rættindi:§ 21 Rættindi: Veiða úr stovnum, ið ikki koma undir kvotu- ella fiskidagaskipan ella skipan við serligum fiskiloyvi. ….. tvs. (Nýggj rættindi) Her kann Landsstýrismaðurin leggja dent á m.a. at bøta um trupul viðurskifti hjá persónum og feløgum, ið standast av kvotabýtinum.  (Her er sum oftast talan um fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi)

Høvuðsætlanin við Fiskivinnulóggávuni

At verja botnfiskastovnarnar,  at fáa so góðar millumlanda avtalur sum møguligt fyri at skapa arbeiði og inntøkur kring alt landið. Lívfrøðiliga og búskaparliga at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni.

At veita so frælsa atgongd til hetta tilfeingi sum gjørligt fyri fiskifør undir føroyskum flaggi.

At bøta um trupul viðurskifti hjá persónum og feløgum, ið standast av kvotabýtinum.

Tað vil við øðrum orðum siga, at gongur tað trupult hjá t.d. nótaskipum, ella flak- rækjutrolarum v.m.  so kann fiskimálaráðharrin geva teimum part í nýggjum rættindum.  Tá tað gongur illani hjá feløgum í eiga partrolarum ella trolbátum so kann hann eisini geva teimum lut í nýggjum rættindum.  Somuleiðis tá tað gongur illani hjá feløgum í eiga útróðrarbátar ella línuskip, so kann hann eisini geva hesum feløgum lut í nýggjum rættindum.

Tað stendur ongastaðni í lógini um vinnuligan fiskiskap at feløg í t.d. eiga partrolarar ella feløg í eiga rækjuskip hava betur rætt til nýggj rættindi, enn feløg í eiga skip til húkaveiðu.

Kreppa í heimaflotanum

Frá 2004 til 2013 eru 1.812 færri størv í fiskivinnu og flakavinnuni. Botnfiskaveiðan er á søguliga lágum støði,  og er veiðan eftir upsa, toski og hýsu lægri í dag enn kreppuárini fyrst í 1990´unum. Kelda Hagstova Føroya.

Tá løgtingið góðtekur at tað hvørva 100 tals  fólk úr høvuðsvinnuni og eitt nú Noreg sleppur at fiska 5.000 tons av botnfiski undir Føroyum samstundis sum hvørt Línuskip er skert við útvið 70 vanligum fiskidøgum og gott 30 bankadøgum, samstundis sum stórar økisfriðingar eru gjørdar og fiskifrøðingar mæla til at lækka veiðuna eftir botnfiski,  so er tað greitt fyri ein og hvønn at endamálið við lógini um Vinnuligan Fiskiskap er brotin og er als ikki vilji at fylgja lógini.

At varðveita tilfeingið undir Føroyum og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga.  Vinnuligt  at skapa Støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og  vinnuligt virksemi um alt landið.

At veita so frælsa atgongd til hetta tilfeingi sum gjørligt fyri fiskifør undir føroyskum flaggi. At bøta um trupul viðurskifti hjá persónum og feløgum, ið standast av kvotabýtinum.

Her meinast við um rættindini hjá teimum í hava søguliga rættindi fara niður orsaka av skerjingum, tað verið seg kvotur ella fiskidagar undir Føroyum ella millumlanda avtalur.

Tí er tað eyðsýnt at tá mynduleikin velur út hvør skal fáa,  og ikki tekur hædd fyri tí sum lógin leggur upp fyri, nevniliga at verja botnfiskastovnarnar, skapa støðug vinnuvirksemið og lønsemið hjá feløgum í reka fiskivinnu,  so yvirheldur man ikki tað sum øll fisivinnulóggávan leggur upp til.

Tí er førdi fiskivinnupolitikkurin neyan lógligur, sakligur ella viðkomandi. Nevniliga tí vit nú hava nýggj rættindi, sum kunnu lætast so ella so,  teimum í eru rakt av veldugum niðurskurðum.

Talva – Veiðan eftir tosk, hýsu og upsa frá 1993-2015

Botnfiskaveiða1993-2015-A

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.