Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Tað var ikki eiti á!

Uppskotið til nýggja fíggjarlóg tekur hvørki arbeiðsmarknað ella vinnulív í álvara. Hetta siga feløgini í Arbeiðsgevarafeløgini í Vinnuhúsinum.

Arbeiðsmarknaðargjøld verða hækkað uttan nakra viðgerð yvirhøvur. Og høvuðsvinnur okkara hava fingið álagt stórar fíggjarligar eykaútreiðslur og eyka bindingar, samstundis sum landskassin verður alt ov nógv bundin av sveiggjandi inntøkum frá vinnuni. Hvagar skal landskassin fara eftir inntøkunum, tá knappliga 2-300 mill. kr mangla í, orsakað av minkandi kvotum og/ella versnandi marknaðum? Samlað verða karmarnir fyri føroyskt vinnulív ógvuliga nógv verri við hesum fíggjarlógaruppskoti, og møguleikarnir fyri at konsolidera og gera íløgur verða nógv skerdir.

Og hetta verður gjørt uttan veruliga fyrireiking og hoyring. Onkur kunningarfundur hevur verið, men vinnan hevur ikki veruliga verið hoyrd og tikin við í viðgerðina, soleiðis at skynsamari loysnir kundu verið funnar. Hetta er ikki at taka vinnu og arbeiðsmarknað í nóg stórum álvara.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vildi ynskt, at tað eisini varð hugt eftir, hvar tað almenna kundi farið inn at spart útreiðslur – ikki bara, hvar tað almenna kann økja um inntøkurnar. Hvar eru sparingarnar? Hvar eru effektiviseringarnar? Tað er alt ov lætt bara at krevja meira inn og senda rokningina til vinnuna.

Lagt verður upp til nýskipanir innan pensiónsøki og innan fiskivinnuna, báðar í 2016. Eisini er fráboðað, at skattakommissión skal setast í 2016. Hví er so partú neyðugt at gera so stórar broytingar á hesum økjum nú, beint áðrenn nevndirnar skulu til verka? Hetta er einans við til at fastlæsa skipanirnar, og nýskipanararbeiðið verður tá bara eitt spæl fyri gallarínum, ístaðin fyri at loysa hesi viðurskifti í síni heild.

Tá løgmaður og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum løgdu uppskotið fram, varð gjørt nógv burturúr, at vit skulu hava ein haldføran búskap, at vinna og vælferð hanga saman, og at tað er týdningarmikið við sterkari og fjølbroyttari vinnu.

Um tey veruliga meina tað, er tað ógvuliga ringt hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag at fáa eyga á. Tí nýggja landsstýrið ger umstøðurnar hjá føroyskari vinnu at virka í Føroyum munandi verri.

Uttan eina vælvirkandi vinnu verður eingin vælferð!

Føroya Arbeiðsgevarafelag