Tá ið tíðindakvinnan í Degi og Viku stillisliga setti Mortani Johannesen, reiðara, spurningar, ið samrøðan skuldi snúgva seg um, so vísti hann ein stak vanvirðisligan atburð ímóti henni: ”Tit skriva, og tit rokna, hvat billa tit tykkum inn, tit bla bla bla…”
Hvør skal siga, tit vita ikki, hvat tit spyrja um. Hetta gjørdi hann við lyftum peikifingri og einum styggjandi kropsmáli.
Tá stutti spurningurin hjá tíðindakvinnuni um, hvat hesin reiðarin og fyrrverandi skiparin helt um, at 15 prosent av kvotuni í Barentshavinum skuldi um eina uppboðssølu, varð settur, misti hann fullkomuliga tamarhaldið á sær sjálvum. Hetta fór at beina fyri føroysku fiskivinnuni, segði hann.
Og fyri tað næsta so gerast vit trælir, lat reiðarin okkum vita: ”Hvat við mær í 2018, tá komi eg at eiga null, og bert vektin á stálinum er eftir.”
Og hvat so, tí ein kappi, sum hevur baksast til væl upp um pensjónsaldur, fyrst sum rokskipari og síðan sum reiðari, hann er eisini noyddur at ásanna, at fleiri ungir sjógarpar, ið hava somu dygdir og eginleikar sum hann, standa klárir at taka við, tá hann einaferð vegna aldur sær seg noyddan at gevast.
Vit skulu eisini minnast til, at tá Atli Dam sáli síðst i hálvfjersunum, minnist eg rætt, í hørðum samráðingum tryggjaði Føroyum eina kvotu av toski og hýsu í Barentshavinum, so var tað ikki ókeypis.
Tá søgdu fólkafloksmenn, at henda kvota, sum Atli Dam so hegnisliga hevði fingið Noreg og Rusland at skriva undir, var pappírsfiskur. Men hesi skjótt fjøruti árini, sum eru liðin síðani tá, hevur føroyska samfelagið latið milliarda virði av svartkjafti og øðrum uppsjóvarfiski fyri kvotuna í Barentshavinum, uttan at okkara heimafloti hevur fingið ein stert av hesum.
Skipararnir og manningin á Vesturvón høvdu lagt nógv fyri at keyp flaggskip sørvinga.
Tí var tað púra burturvið, at tað kundi lata seg gera at selja Vesturvón yvir nátt fyri stóra milliónaupphædd, harav størsti parturin var fyri virðið á kvotuni – eins og tað var, tá Krúnborg varð seld fyri fleiri hundrað milliónir krónur, sum seljararnir kundu stinga í lumman.
Um rætt var atborið, so ivist eg onga løtu í, at skipararnir og partar av manningini á Vesturvón høvdu lagt nógv fyri, at flaggskip sørvinga varð selt í fríari sølu.
Soleiðis hevði Vesurvón, sum í 35 ár hevði havt heimstað í Sørvági, framvegis verið heimahoyrandi í Sørvági. Ístaðin ognaðu íslendingar sær skipið.
Hetta er byrjanin til endan, sigur Hanus Hansen á forsíðuni á Sosialinum. Álvaratos, at billa fólki inn, at reiðaríini, ið hava verið vælsignað í áratíggju við ovurstórum kvotum, ikki fíggjarliga megna at geva marknaðarprís fyri ein sjeyndapart av kvotuni, tað er langt úti. Ella eru hesir reiðarar, sum siga seg verða bulverkið hjá tí fría initativinum, innast inni heldur viljaðir at stuðla einari skipan, sum sjálvt Sovjetsamveldið vrakaði?
Kanska eru teir bangnir fyri, at ungir virkisfúsir sjómenn fara at satsa uppá línuskip við frystilast, soleiðis at allur veiddur fiskur í Barentshavinum verður viðgjørdur á føroyskum virkjum, og útflutningsvirðið verður tvífalt so stórt, sum tað er í dag – til stórt gang fyri alt samfelagið.
Ella eru teir bebbaræddir fyri, at ein sjeyndapartur av kvotuni á eini uppboðssølu fer at prógva, hvussu stórt veruliga virðið av samlaðu kvotuni í Barentshavinum er í dag.
Kvotan í Barentshavinum ongan veg, so leingi Noreg og Rusland fáa býtisfisk afturfyri.
Óansæð so fer kvotan í Barentshavinum ongan veg, so leingi Noreg og Rusland fáa býtisfisk afturfyri. Og er tað nakað sum føroyskir sjómenn duga, so er tað at fiska. Tí er ongin vandi fyri, at kvotan ikki verður fiskað. Tað klára føroyingar, eisini uttan hjálp frá hollendarum og íslendingum.
Frank Davidsen