Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Formaðurin vil avtaka Fiskidaganevndina

Sjógvur & Fólk nr. 2 er útkomið og verður í hesum døgum borið út í hvørt húski í Føroyum umframt vinnuligar postsmogur.

Høvuðssøgan snýr seg um at fiskivinnan og alivinnan streingja á fyri at virðisøkja meira í Føroyum, men virðisøking er lættari sagt enn gjørt. Blaðið hevur m.a. stóra samrøðu við Regin Jacobsen, forstjóra í Bakkafrost, umframt við Boga Jacobsen, stjóra á Larsen Seafood í Týsklandi, sum klaksvíkingar herfyri keyptu. Eisini eru frásagnir frá fleiri øðrum leiðandi føroyskum fiskaframleiðarum, bæði innan uppisjóvarfisk og botnfisk.
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, ávarar ímóti avgjøldum á vinnuna og mælir samstundis til at sláa hart niður á “ólógliga arbeiðskraft” og “trælahandil”.
Týdningurin av fiskivinnuni fyri samfelagið er størri enn mong ímynda sær, vísir stjórin í Reiðarafelagnum á. Herálvur Joensen sigur seg vóna og rokna við at tað nýggja landsstýrið fer at leggja dent á gott samskifti við vinnuna og at komandi fiskivinnu nýskipanir byggja á hetta.
“Feløg sum ráða yvir rættindum einans í styttri tíðarskeið kunnu ikki gera langtíðar íløgur,” skrivar Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari á Varðanum, og leggur afturat: “At selja kvotur á uppboðssølu er eitt vandamikið experiment at fara í holt við. Royndirnar eru sera fáar og úrslitini vánalig í allar flestu førum.”
Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og formaður í Fiskidaganevndini, skýtur upp at broyta verandi skipan við tveimum ymiskum tilmælum til fiskimálaráðharran um fiskidagar, soleiðis eitt nýtt Fiskivinnuráð ístaðin ger eitt felags tilmæli frá fiskivinnu og fiskifrøðingum — og Fiskidaganevndin verður avtikin.
Handilsskipavinnan í Føroyum stendur í menning og partur av frágreiðingini tykist vera at Føroyska Altjóða Skipaskráin (FAS) fær alsamt fleiri útlendsk reiðarí at skráseta síni handilsskip í Føroyum. Samstundis eru avbjóðingarnar fleiri tá talan er um menning og marknaðarføring av FAS og føroyskari handilsskipavinnu — skulu vit hava minni almenna stýring av hesari vinnu, ella skulu vit tora betur at seta størri krøv til útlendsk reiðarí, verður m.a. spurt.
Sjógvur & Fólk nr. 2 kann eisini lesast talgilt á www.sjogvurogfolk.com, umframt at ein PDF útgáva liggur á www.sjogvurogfolk.com/PDF/SF-02_LORES.pdf.