Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Vegurin sum arbeiðspláss

Í døgunum 7. og 8. desember skipar Landsverk fyri skeiðinum “Vegurin sum arbeiðspláss”. Skeiðið verður hildið á Hotel Hafnia í Tórshavn. 

Byrjað verður við morgunmati klokkan 08.30 báðar dagarnar, og undirvíst verður til umleið klokkan 16.00.
Tað eru Michael Hvid og Jeanett Kristensen frá Vej-EU, sum fara at undirvísa, og undirvíst verður við fyrilestrum og arbeitt í bólkum. Skeiðsgjaldið er 6.000 krónur, íroknað máltíðir og tilfar.
Tilmeldingin fer fram við at skriva til Rúnu Hjelm, ruhj@lv.fo og flyta 6.000 krónur á kontu 9181–128.220.6 ella 6460–431.468.0 og viðmerkja “skeiðsgjald” og navnið á luttakara.