Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Avtala undirskrivað millum Landsverk og TG Verk

Landsverk og TG Verk hava seinastu tíðina arbeitt við at finna eina loysn á tí ósemju, ið hevur verið partanna millum. Í dag er ein avtala undirskrivað millum TG Verk og Landsverk, ið skal tryggja, at verulig gongd aftur kemur á arbeiðið úti við Marknagil.

Síðani ársskiftið 2014-15 hevur ósemja verið millum Landsverk og TG Verk. Partarnir hava sett fram ávís krøv mótvegis hvørjum øðrum, sum í høvuðsheitum kunnu setast í samband við roknivilluna, ið varð staðfest í desember 2014 og sum bar í sær, at partar av verkætlanini máttu roknast av nýggjum. Sum kunnugt seinkaði hetta byggiarbeiðinum nakað.

Fyri at fáa gongd á arbeiðið og fáa arbeiðsfrið kring hesa stóru byggiverkætlan, hava partarnir sett seg saman  at orða eina avtalu, ið skal tryggja, at arbeiðstøkurnar kunnu halda fram. Fyri at hetta kann lata seg gera, mugu ósemjurnar partanna millum skjótast til ber og í seinasta lagi tvær vikur eftir avhending av arbeiðstøkum hjá TG Verki leggjast fyri einum Gerðarrætti at taka støðu til.

At avtala nú er gjørd millum partarnar merkir sostatt ikki, at krøvini, ið higartil hava verið mótvegis hvørjum øðrum, fella burtur. Partarnir hava gjørt eina skrivliga avtalu um, at hesi krøvnini, og møgulig onnur nýggj krøv, verða løgd fyri einum Gerðarrætti, soleiðis at arbeiðið kann halda fram.
Til tess at fáa gongd á arbeiðið í Marknagili, er semja harafturat gjørd um, at Landsverk rindar TG Verki 15 mió. krónur. Talan er um eitt fyribils útlegg, ið Landsverk fer at krevja afturgoldið. Gjaldið skal tí ikki skiljast sum, at Landsverk við hesum gongur fíggjarliga kravinum hjá TG Verki á møti við at rinda ein part av samlaða kravinum.
Hendan avtalan millum Landsverk og TG Verk ber í sær, at arbeiðið verður nakrar mánaðir seinkað.
Kelda:lv.fo