Lág –og miðallønt fáa næsta ár ein stóran skattalætta. Samanlagt vil samgongan, at 151 milliónir krónur verða latnar í skattalætta til lág- og miðallønt. Av teimum 151 mió. kr. stava 111 mió. kr. frá lækking í kommunuskattinum, meðan 40 mio. kr. stava frá lækking í landsskattinum.
– Talan er um ein skattalætta, ið munar. Hetta er liður í, at vit ynskja, at tey, ið ikki fingu lut í skattalættanum í 2012, nú fáa ein munandi skattalætta. Eisini tryggjar hetta eitt javnari býti av landsins virðum, og at størri partur av okkara ríkidømi kemur út í hvørt heim. Á tann hátt styrkja vit eisini búskapin og gera tað liviligari hjá øllum. Skattalættin er fult fíggjaður. Hækkingin av gjøldunum, sum alivinnan og fiskivinnan rinda fyri síni rættindi, verður øll latin borgarunum aftur umvegis lækking í skattinum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Í krónum og oyrum merkir skattalættin, at allir borgarar, sum hava eina inntøku millum 190.000 og 380.000 kr. um árið, næsta ár fáa ein lætta omanfyri 500 kr. um mánaðin. Skattgjaldarar við inntøku á 300 tús. kr. – hetta verður vanliga roknað sum miðalinntøka í Føroyum – fáa mesta lættan í krónum, góðar 700 krónur um mánaðin.
Nýggi skattapolitikkurin hevur samstundis við sær, at inntøkuskatturin verður meira stigvísur (progressivur) enn frammanundan.
Kelda: Fíggjarmálaráðið