Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Álit viðv. klagu um setan av skrivara í Húsavíkar kommunu

Mynd 24.fo

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um setan av skrivara í Húsavíkar kommunu. Umboðsmaðurin gav kommununi eina átalu fyri handfaringina av málinum.

Av tí at Umboðsmaðurin metti tað vera ivasamt, um heimild var fyri, at ein kommunustýrislimur kann røkja starvið sum kommunuskrivari, heitti umboðsmaðurin á kommununa um at taka setanarmálið upp til nýggja viðgerð og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum. Avrit av álitinum varð samstundis sent Heilsu- og innlendismálaráðnum til kunningar. (LUM 14/00038)

Álitið kann lesast her

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo