Tórshavna kommuna hevur í dag sett Súsonnu Danielsen sum fyribilsleiðara í Heilsu- og umsorganartænastuni, ætlandi komandi 4 mánaðirnar til nýggjur leiðari er settur.
Súsanna Danielsen er fyrrverandi løgtingsstjóri og hevur eisini aðrar drúgvar leiðsluroyndir í landsfyrisitingini.
Høvuðsuppgáva hennara sum fyribilsleiðari verður at tryggja, at tær bygnaðarligu tilgongdir, sum settar eru í verk í sambandi við yvirtøkuna av eldraøkinum frá landinum, koma á mál.
Tórshavnar kommuna fer væntandi í desember at lýsa starvið sum leiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni leyst.