Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Kvívíkar kommuna bjóðar ókeypis barnaansing

Í hesum døgum eru tað nógvar kommunur, ið boða frá lækking av skattaprosentinum næsta ár. Kvívíkar kommuna hevur valt at ganga ein annan veg. Ístaðin fyri at lækka skattin, hevur bygdaráðið gjørt av – sum tann fyrsta kommunan í landinum – at bjóða ókeypis barnaansing og frítíðarpláss til allar barnafamiljur. Hetta fevnir sjálvandi bert um børn, sum verða ansaði í kommunala stovninum í Kvívík.

Fólkatalið í Kvívíkar kommunu hevur so at siga staðið í stað í nógv ár. Bygdaráðið ynskir tí at fáa nýggjar borgarar at venda eyguni móti Kvívík og hinum fýra bygdunum í kommununi, Válinum, Stykkinum, Leynum og Skælingi.

Kommunan hevur sera góðar umstøður at taka ímóti barnafamiljum og hevur fyri fáum árum síðani bygt nýggjan dagstovn, eins og skúlin varð umvældur og útbygdur fyri umleið 10 árum síðani.

Umleið 60 børn ganga á dagstovninum, sum hevur pláss fyri næstan 100 børnum. Sama er við skúlanum, har tað ganga umleið 50 næmingar, men skúlin hevur pláss fyri nógv fleiri.

Barnansingin kostar í løtuni 1.900 krónur fyri fyrsta barnið, meðan systkinafrádrátturin er 25 prosent. Fyri frítíðarskúlan verður rindað 1.100 krónur fyri hvørt barnið. Frá ársskiftinum verður barnaansingin í Kvívíkar kommunu ókeypis fyri tey, sum hava børnini gangandi í kommunala stovninum í Kvívík.

Ímynda vit okkum eina familju við trimum børnum, har tvey ganga á dagstovni og eitt í frítíðarskúla, so sparir familjan 4.150 krónur um mánaðin, ið svarar til slakar 50.000 skattafríar krónur um árið. Hevur familjan fýra børn upp til átta-níggju ára aldur, har eitt gongur í frítíðarskúla og hini í dagstovni, er árliga sparingin umleið 66.000 krónur.

Kostnaðurin av at veita ókeypis ansing í kommununi svarar umleið til at lækka skattaprosentið við einum prosentstigi. Skattaprosentið er í løtuni 21 prosent, og barnafrádrátturin 4.000 krónur um árið.

Kvívíkar kommuna hevur nógv tøk grundstykki, so tað er laga manni hjá ungum familjum at ogna sær egin hús í kommununi. Í komandi fíggjarætlan eru tríggjar mió. krónur settar av til eina nýggja útstykking í Kvívík, har tað verður pláss fyri upp til 10-12 sethúsum. Í Leynum eru í løtuni seks grundstykki tøk, á Skælingi fýra og á Válinum eitt grundstykki.

Umframt stóra útstykking í Kvívík, eru aðrar ætlanir, sum antin eru í gongd ella verða settar í verk í næstum. Eitt nú nýggjar bátabrúgvar til bátahylin á Válinum, vetrarfriðing av Válinum, víðkan av kirkjugarðinum í Kvívík, asfaltering av vegum og uppseting av vesum við Leynasand.

Til tess at betra um borgaratænastuna hevur bygdaráðið gjørt av at gera bygnaðarbroytingar, sum fara at styrkja um umsitingina í kommununi. Í løtuni er ein skrivari í starvi trýfjórðingstíð, meðan bókhald og annað er útveitt. Ætlanin er at taka hendan partin inn, og at seta skrivara í fulla tíð við víðkaðum uppgávum.

Borgarstjórin, sum í løtuni er í fullari tíð, fer ístaðin niður í hálva tíð. Bygdaráðið er komið til ta niðurstøðu, at borgararnir í kommununi fáa eina betri tænastu við eini styrktari umsiting.

– Vit ynskja at lívga um okkara borgarar við at bjóða teimum eina betri tænastu. Tað meta vit, at vit fáa við at gera hesar broytingar, sigur Dánjal Petur Müller, borgarstjóri, sum hevur eitt samt bygdaráð aftan fyri seg.

Kvívíkar kommuna hevur somuleiðis ætlanir um at styrkja eldratænastuna við at veita eitt dagtilboð til teir eldru borgararnar í kommununi. Hetta skal sjálvandi gerast í samstarvi við heimatænastuna VEKS, ið er eitt samstarv millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur.

Fíggjarætlanin hjá Kvívíkar kommunu fyri 2016 javnvigar við stívum 22,4 mió. krónum. Fyri 2015 var hetta talið stívar 22,3 mió. krónur.  Kommunan er væl fyri, og skuldin er slakar 11 mió. krónur, svarandi til væl undir helmingin av eini álíkning. Fyri fimm árum síðani var skuldin nærum tvífalt so stór. Sostatt er Kvívíkar kommuna í dag ógvuliga væl fyri fíggjarliga.