MÚ hevur ta fatan, at tað er av størsta týdningi, at greið viðurskifti valda í fiskivinnuni. Hetta er serliga galdandi, tá ið talan er um viðurskifti, sum hava við tilfeingi og rættindi at gera.
Allýsing og flokking av tilfeingi sambært lógini um vinnuligan fiskiskap hevur tískil verið avgerandi fyri, undir hvørjum skipanum, hvørt einstakt felag hevur troytt síni rættindi og annars lagt virksemi sítt til rættis. Hettar hevur verið galdandi uttan mun til, hvør reiðskapur hevur verið knýttur at einstøku rættindunum.
Hesi viðurskifti hava verið galdandi frá 1994 til 2010.
Í 2010 fór Fiskimálaráðið – uttan lógarbroytingar – undir nýggjan fyrisitingarpraksis. Av sínum eintingum fór Fiskimálaráðið at allýsa og flokka tilfeingið eftir hvørji feløg fingu atgongd til at troyta hettar, heldur enn eftir tilfeinginum sjálvum. Hetta hevur viðført, at landsstýrismaðurin einsamallur hevur kunnað avgjørt, hvørt uppisjóvartilfeingið – sum rættindir hjá feløgum – hevur verið troytt sum uppisjóvartilfeingi ella sum um tað var botnfiskatilfeingi.
Lógarppskot um serstakar treytir (2016)
Sambært viðmerkingunum, so er endamálið við uppskotinum m.a. at:
- farast skal frá politiskari útlutan av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan
- selja partar av nevndu kvotum og harvið staðfesta uppboðssølu sum eitt amboð hjá politiska myndugleikanum at luta út rættindi
- og – í hesum umfari – at vita hvussu ein uppboðssøla best kann skipast
Í tann mun endamálið við nýggja lógaruppskotinum er at gera upp við umrødda praksis, sum farið varð undir í 2010, so er av størsta týdningi, at tiltøk, sum myndugleikin nú umhugsar at seta í verk, verða gjørd á greiðum og upplýstum grundarlagi. Avgerandi er, at óheimilaðar og sakliga ógrundaðar fyritreytir ikki gerast partar av grundarlagnum undir nýggja lógaruppskotinum og harvið framtíðar føroyskari fiskivinnu.
MÚ hevur hvørki tikið støðu til sjálvan leistin (uppboðssølu) ella ítøkiliga innihaldið (nøgdina) av tilfeinginum, sum verður sett á sølu, men bert til viðurskifti, sum hava við núverandi lóggávu (lógina um vinnuligan fiskiskap) at gera við serligum atliti at samsvari millum verandi lóggávu og nýggja lógaruppskotið.
Lógin um vinnuligan fiskiskap ásetur at:
Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur, er fevnt av lógini um vinnuligan fiskiskap.
Alt tilfeingið í lógini er allýst og flokkað sum:
- føroyskir fiskastovnar, har høvuðsendamálið er at verja einstøku fiskastovnarnar við stillan av veiðitrýsti sum amboði, ella
- annað tilfeingi, har høvuðsendamálið við regulering er at skapa fortreytir fyri skynsamari nýtslu av veiðirættindum
Alt tilfeingið í lógini er allýst og flokkað sum:
- antin føst, men tíðaravmarkað rættindi hjá ávísum serloyvishavarum (konsessiónir til 2018)
- ella sum tilfeingi, ið ikki er knýtt at nøkrum ávísum loyvishavarum og sum landsstýrismaðurin tískil ræður yvir og kann tilluta sum fyribils og avmarkað rættindi til persónar og feløg
Veiðiloyvi er beinleiðis knýtt at einstaka serloyvishavaranum og nýtsluni av serrættind-inum. Tað framgongur beinleiðis av lógini, at veiðiloyvir harafturímóti ikki verða tengd at tilfeingið/rættindum, sum landsstýrismaðurin hevur ræðisrætt á.
Vísandi til omanfyri standandi loyvir MÚ sær tískil at seta fram nakrar spurningar í sambandi við lógaruppskotið:
- Hevur – ella hvussu hevur – myndugleikin tryggjað sær, at tað er samsvar ímillum lógina um vinnuligan fiskiskap og lógaruppskotið um “serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016”?
- Hvussu skilir Fiskimálaráðið ítøkiliga millum tilfeingi, sum er partur av serloyvis-rættindum, sum liggja hjá ávísum serloyvishavarum, og so tilfeingi, sum lands-stýrismaðurin ræður yvir?
- Útboðin verða 15.000 tons av makreli, 5.000 tons av norðhavssild, 40.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum. Hvussu definerar myndugleikin júst hettar tilfeingið í lógini um vinnuligan fiskiskap í mun til restina av sama tilfeingi av ávikavist makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum?
- Hvat merkir ítøkiligt eitt føroyskt fiskifar sum er undir føroyskum flaggi? Er hugtakið allýst í lógini um vinnuligan fiskiskap ella er tað upp til landsstýrismannin sjálvan at gera av hvussu tað skal skiljast?
Í viðmerking til lógina Lt. 1993, s. 387 framgongur, citat: Skipanin er ein eindarskipan fyri fiskiskap á føroysku landleiðunum og uttan fyri føroysku landleiðirnar. Tað verður bert møguligt at fáa kvotarættindir hjá teimum, sum eiga fiskifør, ið høvdu veiðiloyvi í 1993.
- Veiðiloyvir eru beinleiðis knýtt at ávísum tilfeingi, ávísum serloyvum og ávísum serloyvishavarum. Við hvørjum heimildum í lógini tengir Fiskimálaráðið veiðiloyvir til útlutan/sølu og troytan av rættindum, sum landstýrismaðurin roknar seg at ráða yvir?
- Eftirsum uppskotið tengir veiðiloyvir uppí rættindi, sum landsstýrismaðurin metir seg at ráða yvir, so hevur hetta m.a. við sær, at teir, sum kunnu bjóða, eru heftir at teimum fiskiførum, sum veiðiloyvini eru tengd at, uttan mun til, hvat tilfeingi teir hava keypt á uppboði. Av hesum stendst diskriminatión av teimum, sum ikki hava ’røttu’ fiskiførini, og í roynd og veru verður helst uppboðssølan bara at hava við sær flytingar av rættindum (nøgdum) millum aktørar innan verandi bólkar. Metir Fiskimálaráðið, at ein slík skipan – ið ikki javnsetur aktørar, tá ið tað kemur til at troyta (og harvið heldur ikki til at bjóða) – kann roknast sum marknaðargrundað amboð til (øðrvísi, ikki-politiska) útlutan?
- Føroyski parturin av makreltilfeinginum[1] var árini 2005-2009 í miðal …. 500 t. herav vóru í miðal nýtt 10.100 t. um árið sum umbýti við annað tilfeingið.
Føroyski parturin av makreltilfeinginum var árini 2010-2014 í miðal …. 135.100 t. herav vóru í miðal nýtt 15.900 t um árið sum umbýti við annað tilfeingið
Føroyska parturinin av makreltilfeinginum í 2016 er uml. ……….…………. 113.000 t.
- Hvussu nógv av makreltilfeinginum heldur landsstýrismaðurin seg kunna ráða yvir?
- Hví verða akkurát 15.000 tons av makreli sett á uppboðssølu og hvussu verður restin útlutað?
- Hvussu kemur landstýrismaðurin til ta niðurstøðu, at talan er um javnbjóðis atgongd? Landstýrismaðurin sjálvur útlutar (113.000 heildarkvota minus 23.500 søgulig rættindi minus 15.000 uppboðssøla) = 500 tons út fyri at selja 15.000 tons tvs. at landsstýrismaðurin sjálvur útlutar uml. 5 kg fyri hvørt kg, hann setur á uppboðssølu.
MÚ er av teirri fatan, at tað er heilt grundleggjandi at fáa hesi viðurskifti avklárað, bæði við atliti við verandi skipan, men ikki minst við atliti til fyriliggjandi uppskot og til aðrar, komandi skipanir sum ætlanin er at fremja.
Virðingarmest,
vegna nevndina í Meginfelag Útróðrarmanna
Absalon í Buð
[1] Kelda VØRN