Meðan Jóhann Dahl sat við Vinnumálum, var skrivað í kunngerð 5. aug 2015, at frá 1. januar 2017 verður fyrsta trygdarskeiðið tríggjar vikur til longdar. Hetta fyri at lúka altjóða krøv fyri manning á fiskiskipum. Kravið er ikki galdandi fyri verandi manningar á fiskiskipum.
Føroyar eiga, sum fiskivinnutjóð við heimsins besta sjófólki, at lúka altjóða krøv fyri manningar á fiskiskipum. Um altjóðakrøvini kunnu metast órímulig ella ikki, eru ymiskar meiningar um. Sum fiskivinnutjóð eiga vit, at leggja okkum eftir, at krøvini ikki forða okkara ungdómum at velja sjólívið. Tí eigur trygdarskeið at standa øllum fólkaskúlanæmingum í boði.
Fólkaskúlar, sum hava sjóvinnubreyt, hava longu nú trygdarskeið sum part av frálæruni, og fara teir uttan iva at royna at tillaga undirvísingina, so rúm verður fyri nýggju krøvunum. Vónandi finna skúlarnir við sjóvinnbreytunum rúm fyri trygdarskeiðnum, men tað er ein avbjóðing. Bæði tá talan er um tíð og pengar. Tað eru fólkaskúlar í Føroyum, ið ikki hava sjóvinnubreyt. Oftast tí teir ikki eru nóg stórir til at bjóða eitt breitt vallærugreinatilboð til næmingarnar. Tí eigur trygdarskeiðið eisini at bjóðast út sum starvsvenjing. Starvsvenjingin í fólkaskúlanum hevur til uppgávu at fyrireika næmingarnar til arbeiðslívið eftir lokna skúlagongd. At leingja starvsvenjingina hjá hesum næmingum til tríggjar vikur, eigur at lata seg gera.
Ein næmingur, ið hevur hug til sjógvin, eigur at kunna velja at brúka sína starvsvenjing til trygdarskeiðið. Á tann hátt hevur hann møguleikan at velja sjólívið sum vinnuveg beint eftir loknan fólkaskúla og eisini í summarfrítíðini, um hann hevur hug og møguleika at vinna sær nakrar krónur á tann hátt.
Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin