Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Landsverk røkir sína uppgávu sum byggiharri

???????

Kringvarpið setti í einum tíðindainnslagi týsdagin ljós á nakrar almennar byggiverkætlanir, har niðurstøðan var, at nógvar verkætlanir líða undir prosjektfeilum og manglum. Landsverk er byggiharri á hesum verkætlanum og hevur sum fremstu uppgávu at stýra tíðarætlan, pengum og góðsku.  Stovnurin vil í hesum sambandi lýsa hesi viðurskiftir nærri og greiða frá, hvussu ein byggiverkætlan verður samanskrúvað og samskipað.

Tað hevur seinnu árini verið eitt politiskt ynski, at so at siga allar uppgávur í sambandi við almennar byggiverkætlanir skulu bjóðast út. Hesum ynski hevur Landsverk sum almennur byggiharri fylgt. Sostatt verða bæði ráðgeving, bygging og at kalla allar aðrar veitingar veittar út til privatar fyritøkur í vinnuni at taka sær av. Eftir hjá Landsverki er sjálvur byggiharraleikluturin, sum fevnir um høvuðsábyrgdina av verkætlanini.
Ein av mongum uppgávum hjá byggiharranum er at halda vakið eyga við og staðfesta møguligar manglar og feilir, ið júst kunnu hava ávirkan á bæði tíð og kostnað og í síðsta enda á góðskuna. Ein onnur skylda er at halda ánaran kunnugan um gongdina í eini verkætlan. Tí verða støðulýsingar við jøvnum millumbilum sendar ánara.
Flestu byggiverkætlanir hava størri ella smærri avbjóðingar, sum við jøvnum millumbilum stinga seg upp undir byggitilgongdini. Hetta er púra vanligt í byggivinnuni. Eingin verkætlan er eins, og tískil hevur hvør einasta byggiverkætlan sínar heilt serstøku avbjóðingar.
Sum byggiharri mugu vit tíverri staðfesta, at tað oftani eru alt ov nógvir feilir og manglar í prosjekteringstilfarinum, sum verður latið okkum. At hesir verða funnir og rættaðir so hvørt, prógvar, at eftirlitið hjá Landsverki sum byggiharri virkar, men tað ávirkar sjálvandi gongdina.
Kynstrið er at hava eitt gott eftirlit við, at møguligir feilir verða uppdagaðir skjótast gjørligt, so teir kunnu rættast. Hetta er júst tað, sum er høvuðsuppgávan hjá einum byggiharra, og hendan leiklutin tekur Landsverk í størsta álvara og brúkar nógva orku upp á at tryggja rættar loysnir á. Hetta er høvuðsorsøkin til, at tað hevur eydnast væl hjá stovninum at staðfesta møguligar trupulleikar við eini verkætlan.
Feilir og manglar skapa ikki bert trupulleikar fyri byggiánaran og byggiharran, men so sannliga eisini fyri privatu byggivinnuna, sum loysir tær ymsu uppgávurnar, og kanska skulu nýta óneyðuga nógva orku upp á at byggja eftir mangulfullum ella lutvíst skeivum tekningum.
Ein byggitilgongd er samansett av nógvum pørtum, og tí er sera týdningarmikið, at bæði byggiharri og teir mongu partarnir í eini verkætlan hava eitt gott og álitisfult samstarv um at loysa tær ymsu uppgávurnar á best møguligan hátt. Hetta er nakað, sum Landsverk framhaldandi fer at gera sítt ítarsta til at hepnast við. Fyritreytin er, at allir partar hava sama ynski um at fáa samstarvið at virka, til gleði fyri allar partar.