Endamálið við uppskotinum er at økja stuðulin til tey, ið ferðast langt millum bústað og arbeiðsstað. Hetta fer millum annað at minka avleiðingarnar av, at innflutningsgjaldið á bensin og diesel hækkar 1.januar 2016.
Stuðulin hækkar 10 %. Á hendan hátt koma fólk, sum koyra langan veg til arbeiðis, ikki at verða rakt av, at punktgjaldið á bensin og diesel hækkar.
Ein klaksvíkingur, sum arbeiðir í Tórshavn koyrir 150 km um dagin til og frá arbeiði. Hjá honum hækkar stuðulin til ferðaútreiðslur 880 kr, meðan punktgjaldið, um koyrt verður við bensinbili, hækkar 825 árliga. Dømi er gjørt út frá, at persónurin koyrir við bensinbili, sum í miðal koyrir 12 km á liturin. So við bensinbili hækkar stuðulin til ferðaútreiðslur 55 kr meiri enn punktgjaldið.
Hevur brúkarin, ið koyrir 150 km um dagin til og frá arbeiði, dieselbil, munar stuðulin enn meiri. Meta vit, at brúkarin hevur dieselbil, ið koyrir 20 km á liturin, hækkar punktgjaldið 412,50 kr árliga, men stuðulshækkingin er hin sama á 880 kr. Við dieselbili hækkar stuðulin sostatt 467,5 kr meiri enn punktgjaldið.
Tey, ið hava stytri veg til arbeiðis kunnu koma at gjalda eitt sindur av meirkostnaðinum, tí stuðulin verður veittur á tann hátt, at stuðulin munar best hjá teimum, ið hava langan veg til arbeiðis. Ein brúkari, sum koyrir 102 km til og frá arbeiði, fær hækkaðan stuðul á 660 kr. Kostnaðurin hjá honum hækkar við punktgjaldinum uml. 700 kr. Also ein meirkostnaður á uml. 20 oyru um dagin. Ella 40 kr árliga.
Hevur brúkarin, sum koyrir 102 km hinvegin dieselbil, ið koyrir 20 km á liturin, brúkar hann 280,5 kr meiri orsaka av punktgjaldinum, meðan stuðulsvøksturin er hin sami 660 kr. Tá hækkar stuðulin 379,5 kr meiri enn punktgjaldið.
Stuðulin til ferðaútreiðslur, ið hækkar 10 %, megnar sostatt at rinda teimum, sum hava langan veg til arbeiðis, meirkostnaðin av punktgjaldinum aftur, og í fleiri førum reiðiliga tað.
Aðrir bileigarar, ið ikki fáa stuðul til ferðaútreiðslur, men koyra uml. 14.000 km um árið og fylla sær 2 tangar á 50 litrar av bensini um mánaðin, kom at merkja eina meirútreiðslur á góðar 30 kr um mánaðin. Verður koyrt við dieselbili sleppur bileigarin nakað bíligari.
Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin