Gávan, sum starvsfólkini á stovnunum hjá Klaksvíkar kommunu í dag fingu frá borgarstjóranum, er evnað á Verkstaðnum á Brekku.
3. desember er altjóða brekdagur og í júst í dag hevur Jógvan Skorheim, borgarstjóri vitjað fleiri av stovnunum í Klaksvíkar kommunu í samband við jólini. Gávan til starvsfólkini er evnað á Verkstaðnum á Brekku, og tað hóskar seg væl til dagin í dag.
– Seinastu árini hava vit roynt at gjørt okkara fyri tryggja fólkum við skerdum førleikum javnbjóðis møguleikar í kommununi, eitt nú í mun til bústaðarmøguleikar og atkomuviðurskiftini í býnum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Ætlanin er at vitja øll arbeiðsplássini í kommununi fyri at ynskja starvsfólkunum gleðilig jól. Í dag hevur borgarstjórin vitjað fleiri kommunalar stovnar, og tá hava starvsfólkini fingið eina jólagávu, sum er keypt á Verkstaðnum á Brekku.
Kelda & mynd: klakksvik.fo – 03-12-2015