Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Bjørn Kalsø og fakta

Hóast Bjørn Kalsø í aftursvari til mín, sigur seg halda seg til fakta, má eg enn einaferð staðfesta, at hetta ikki er allur sannleikin.

1) Samhaldsfasti verður ikki mótroknaður í mun til viðbótina. Bjørn skrivar, at grundarupphæddin er tann einasta skattafría upphæddin, ið penssjonistar fáa. Tað er rætt, men tað er skeivt, at hon er einasta upphædd, ið ikki verður mótroknað, sum Bjørn Kalsø skrivar, tí Samhaldsfasti verður ikki mótroknaður í mun til viðbótina.

2) Pensionistar fara ikki at missa av umleggingini. Pensionistarnir fara at fáa eitt prístalsregulerað útgjald úr Samhaldsfasta, sum sostatt veksur hvørt ár, ístaðin fyri eina skattafría grundarupphædd, ið ikki verður javnað og sum minkar í virði hvørt ár.

Tað verður altíð størri partur at mótrokna í, tá ið viðbótin hækkar. Soleiðis var eisini, tá ið samgongan hjá Bjørn hækkaði viðbótina við 350 krónum í vár, og sum vit øll tóku undir við. Tá hoyrdist onki frá Bjørn.

3) Bjørn sáar iva um, at tað fer at loysa seg eitt sindur betur at arbeiða, tá ið landsskatturin lækkar 5% fyri inntøkur frá 65.000 krónum. Hann má gjarna ivast, men grundgevingarnar fyri henda iva, eru ivasamar. Okkara útrokningar vísa, at tøka inntøkan hjá pensjonistum verður hægri sammett við verandi skipan.

Útrokningarnar hjá Sosialinum, ið Bjørn sipar til, vísa, at hækkingin í inngjaldinum til Samhaldsfasta merkir, at inntøkur undir 100000 kr ikki fáa ein lætta. Tað framgongur ikki, um tað 1% í tvungnari pensiónsuppsparing er trekt frá, og tað eigur tað at vera, tí tað inngjaldið verður strikað fyri komandi ár. Tað má vera bíligari at gjalda 0,5% av allari løn, enn 1% av somu løn. Tað eru júst tey við lágu inntøkunum, ið við lóg mugu gjalda hesi prosentini, tí nógv av hesum høvdu onga pensjónsuppsparing, tá ið lógin kom.

Haraftrat er hetta ikki galdandi fyri pensionistar, ið til dømis egna nakrar stampar, tí pensionistar gjalda ikki inn í Samhaldsfasta !!!

Bjørn vil so fegin, at alt ikki skal rugga rætt, og tað skilji eg væl. Men fakta er, at ongin lækking verður framd í grundarupphæddini fyrr enn tað liggur fast, at útgjaldið úr samhaldsfasta hækkar og hvussu nógv.

Tað er altíð gott, at tingfólk eru vakin og seta spurningar við broytingar, ið ætlan er at fremja. Hevði tó ynskt, at hetta árvakni frá Bjørn Kalsø og Sambandsflokkinum, eisini gjørdi seg galdandi fyri 4 árum síðani.

Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna í almannamálum