Home Fólk & Samfelag Tí stillar borgarstjórin ikki upp til sendingina Heðin og Havnin

Tí stillar borgarstjórin ikki upp til sendingina Heðin og Havnin

by OML

Kringvarpið vísir í kvøld eina sending um fíggjarviðurskifti í Tórshavnar kommunu.
Jan Lamhauge, tíðindamaður í Kringvarpinum, heitti á meg sum borgarstjóra at stilla upp til hesa sending. Ynski hansara var at taka upp eina tímalanga bandaða samrøðu.

Sum borgarstjóri havi eg onki ímóti, at fíggjarstýring í Tórshavnar kommunu verður lýst í almennari sending.

Eg havi tó sýtt fyri at taka lut í bandaðari samrøðu við Jan Lamhauge, tíðindamann. Orsøkin er forsøgan okkara millum, sum ger Jan Lamhauge ógegnigan at viðgera mál, ið viðvíkja mær sum borgarstjóra.

Hetta sigi eg m.a. eftir sendingina “Brandfellurnar”, har Jan Lamhauge legði meg undir at hava ábyrgd av syrgiligari vanlukku, og har fjølmiðlakærunevndin eftirfylgjandi feldi lemjandi dóm yvir journalistikkin hjá Jan Lamhauge í nevndu sending og í uppfylgjandi upptøkum.

Niðurstøðan hjá fjølmiðlakærunevndini
Atfinningarnar hjá fjølmiðlakærunevndini móti Jan Lamhauge vóru m.a.:

• at arbeiðshátturin var alt annað enn nøktandi

• at talan var um ósakligt og illa umhugsað innihald og framløgu

• at sendingin ikki tryggjaði, at øll viðkomandi sjónarmið vórðu lýst

• at talan var um einsíðuga lýsing, og um ósakligan og óvirðiligan vinkul

• at viðgerðin var tengd at stríði millum journalistin og undirritaða

• og at journalisturin dregur alla viðgerðina niður á eitt lágt stig og ikki fylgir reglum um góðan fjølmiðlasið.

Fjølmiðlakærunevndin vísti harumframt á, at hóast Tórshavnar kommuna kom við rættleiðingum til sendingina, áðrenn hon varð send, so valdi journalisturin ikki at kunna hyggjaran um hesi viðurskifti, og her livdi journalisturin ikki upp til sína ábyrgd sambært fjølmiðlaábyrgdarlógini.

Eg havi einki álit á tíðindamanninum um sakliga viðgerð – heldur ikki hesaferð.

Jan Lamhauge gjørdi eitt nú móti mínum vilja – og uttan at eg visti av tí – bandaða samrøðu við meg á Vaglinum við fjaldari mikrofon. Fjølmiðlakærunevndin segði, at hesar upptøkur bara drógu alla viðgerðina av hesum syrgiliga máli niður á eitt enn lægri stig.

Tað undrar meg, at ein slík dundurtala frá Fjølmiðlakærunevndini ikki fær nakrar avleiðingar fyri tey tíðindafólk, sum hava viðgjørt málið, og at somu fólk við loyvi frá leiðsluni framhaldandi sleppa at gera eftir øllum at døma sama slag av sendingum um somu persónar.

Hyggjarin skal upplýsast rætt
Hóast hetta havi eg játtað at virka við til sendingina, sum verður send í kvøld. Fríggjadag sendi eg tí svar uppá allar spurningarnar frá Jan Lamhauge, tíðindamanni. Hetta er rúgvismikið tilfar, sum leiðslan í Kringvarpinum eisini hevur fingið.

Flestu spurningarnir eru um fíggjarlig ella roknskaparlig viðurskifti. Tíverri taka fleiri spurningar støði í misskiljingum, tilvitað ella ótilvitað. Í slíkum førum er í svarunum greitt nærri og grundleggjandi frá, soleiðis at misskiljingar verða rættaðar, og rættir samanhangir lýstir.

Spurningur um gegni
Hyggja vit at, hvørjar leiðreglur galda í øðrum londum fyri tíðindastovnar, sum hava public service skyldur, so sæst m.a., at etisku reglurnar hjá Danmarks radio áseta, at vanligu reglurnar um gegni galda fyri tíðindafólkini. Við øðrum orðum galda ásetingarnar í grein 3 í fyrisitingarlógini fyri persónar, sum eru settir í starv, herundir eisini tíðindafólk.

Kringvarpið er og skal vera varðhundur í samfelagnum og minna á, at lógir og reglur skulu fylgjast, og at skeiv viðurskifti skulu hava avleiðingar. Hetta átti eisini at verið galdandi fyri Kringvarpið sjálvt – men so tykist ikki vera.

Sum borgarstjóri helt eg tó, at eg hóast hetta átti at viðvirka til sendingina. Men við forsøguni millum meg og Jan Lamhauge, og við støði í niðurstøðuni hjá Fjølmiðlakærunevndini, kann eg ikki vænta, at bandað samrøða okkara millum verður borin hyggjarunum sakliga.

Hósdagin gav eg tí tíðindamanninum og leiðslu Kringvarpsins tey boð, at eg fór at lata honum skrivlig svar uppá settu spurningarnar, og at eg annars vildi taka lut í beinleiðis sending við annað tíðindafólk, um Kringvarpið hevði ynski um tað. Lítil løta gekk, so varð sjónvarpsskráin mánakvøldið ruddað og sendingin “Heðin og Havnin” kunngjørd og brellbiti latin portalum.

Hetta kann geva ta fatan, at tíðindamaðurin eins og við sendingini “Brandfellurnar” ikki vil brúka tøkar upplýsingar og svar frá mær í sendingini. Eg taki tó sum givið, at Kringvarpið er so mikið at sær komið, at tað vil halda sjálvsøgdu journalistisku meginreglurnar um, at parturin, ið verður viðgjørdur og møguliga stendur fyri skotum í eini sending, eisini fær sínar grundgevingar og sjónarmið væl og virðiliga við í sendingina, so hyggjarin verður rætt upplýstur.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.