Í miðlunum í síðsti viku hevur Eyðun Hansen, Vestmanna, eina grein, har hann roynir at sáa iva um yvirlitstrolingarnar hjá Magnus Heinason. Hann ger nógv burturúr, at tekningar ikki eru av yvirlitstrolinum og útgerðini annars. Til tað er at siga, at tað var eitt ávíst arbeiði at finna fram til tekningarnar. Eyðun eftirlýsir eisini, at ljóðroyndir áttu at verið gjørdar av Magnusi á hvørjum ári. Hansara meginboðskapur er, at yvirlitstrolingarnar eru óseriøser og óálítandi.
Ljóðkanningar kunnu sjálvsagt gerast, men ljóðið á hesum skipi er tað tað er og kann neyvan broytast stórvegis. Heldur ikki geva ljóðkanningar upplýsingar um, í hvønn mun ljóðið frá skipinum ávirkar fiskin.
Víst verður á seinni í hesi grein, at yvirlitstrolingarnar kortini geva álítandi úrslit.
Av tí at tað er umráðandi, at fiskivinnan, myndugleikarnir og almenningurin kenna seg trygg við dygdina í arbeiðinum hjá Havstovuni, verður her greitt frá nærri um yvirlitstrolingarnar.
Hvat eru yvirlitstrolingar?
Yvirlitstrolingar hava til endamál at geva vitan um lutfalsligar nøgdir av fiski í einum øki og at geva so nógvar upplýsingar um fiskin sum gjørligt. Í mun til vanlig fiskifør, hvørs túrar hava til endamál at fáa sum mest av fiski í lastina í so stutta tíð sum gjørligt, hava yvirlitstrolingar til endamál kanna, hvat er í mun til onnur ár. Á yvirlitstúrum verður ikki roynt at fáa sum mest av fiski. Hinvegin er umráðandi, at effektiviteturin og mannagongdirnar eru so eins sum gjørligt, soleiðis at veiðan kann samanberast millum øki og millum ár. Tað altavgerandi er, hvussu nógv prosent nøgdin hjá Magnusi broytist frá einum ári til annað og ikki, hvussu nógv Magnus fiskar. Tað hevur tí onga ávirkan á úrslitini, um veiðan hjá Magnusi øktist frá 50 til 100 kg per troltíma ella um tað var frá 500 til 1000 kg per troltíma – í báðum førum er nøgdin økt við 100%.
Tóvini eru so spjadd sum gjørligt yvir alt tað økið, sum kannast skal. Somu tóv verða gjørd á hvørjum ári, skipið er tað sama og reiðskapurin er tann sami. Endamálið er ikki at fáa sum mest av fiski, men at gera kanningarnar á ein slíkan hátt, at tær kunnu samanberast við onnur ár. Tí hevur týdning, at effektiviteturin broytist so lítið sum gjørligt. Fyri eisini at fáa upplýsingar um smáan fisk, eru meskarnar smáar í posanum á yvirlitstúrunum á Landgrunninum og Bankanum.
Øll veiða í hvørjum einstøkum tóvi verður skrásett. Longd, vekt, kyn og búning verða kannað. Magakanningar verða gjørdar og aldurin á fiskinum verður kannaður.
Magnus Heinason ger fleiri yvirlitstrolingar á hvørjum ári: Á Landgrunninum verða gjørdir tveir yvirlitstúrar í februar/mars og aftur tveir í august. 100 tóv um várið og 200 um summarið. Á Føroyabanka verður gjørdur ein túrur í mars og ein í september, 29 tóv á hvørjum túri. Í seinastuni eru harumframt gjørdar yvirlitstrolingar á djúpum vatni.
Hvussu verða yvirlitstrolingar brúktar?
Yvirlitskanningar geva virðismikla vitan um m.a.
– Útbreiðslu, býtt á fiskasløg, støddir og aldur.
– Hvussu fiskurin er fyri, frá øki til annað og frá tíð til aðra.
– Hvat fiskurin etur, býtt sundir í fiskasløg, støddir/aldur, øki, árstíðir og millum ár.
Av tí at kanningarnar eru eins frá ári til annað, ber eisini til at fylgja við lutfalsligum nøgdum av teimum einstøku árgangunum, so hvørt sum teir eldast, og eisini hvussu nógv fiskurin í teimum einstøku árgangunum er er vaksin og tyngdur frá ári til annað.
Men yvirlitstrolingar einsamallar eru ikki nóg mikið til at geva fullgóða mynd av fiskastovnunum. Nøgdirnar eru einans lutfalsligar. Tí taka fólk frá Havstovuni eisini prøvar av veiðuni á landingarstøðunum. Ein umboðandi partur av veiðuni hjá fiskibátum og túrum verður kannaður, har fiskurin verður mátaður, vigaður og aldurskannaður.
Hvussu álítandi eru yvirlitstrolingarnar?
Ein stórur partur av allari gransking er at kanna eftir, hvussu álítandi úrslitini eru. Soleiðis er eisini í fiskifrøði.
Eitt stórt arbeiði verður gjørt, bæði á Havstovuni og í ICES, at eftirkanna dygdina, bæði í samtíð og afturlítandi. Ov drúgt er at greiða frá hesum arbeiðinum út í æsir, men frágreiðingar um tað verða á hvørjum ári lagdar á heimasíðuna hjá Havstovuni og ICES.
Her verða víst nøkur einføld dømi.
Á yvirlitstrolingunum fáast ávísar nøgdir av t.d. toski ella hýsu í ymiskum aldrum. Hetta sigur ikki í sjálvum sær, hvussu nógv er til, men um rætt er borið at, geva tær eina ábending um lutfalsligar nøgdir. Ein stovnsmeting, ið bæði umfatar yvirlitstrolingar (og fyri upsa eisini veiðu uppá roynd hjá fiskiførunum) og upplýsingar um veiðu (í tali fyri hvønn aldur av fiski) gevur ta bestu metingina av stovnsstøddini í samtíðini. Men tá nøkur ár eru fráliðin og teir einstøku árgangirnir ikki longur eru í stovninum, hevur man tað endaliga svarið uppá, hvussu stórur árgangurin var. Við at samanbera talið av fiski í ávísum (ungum) aldri, sum Magnus Heinason fekk á yvirlitstrolingini við tað, sum eftirfylgjandi vísti seg, at fiskiførini samanlagt veiddu av sama árgangi (til einki var eftir), fæst ein mynd av, hvussu álítandi yvirlitstrolingarnar vóru.
Myndirnar niðanfyri vísa tvey dømi: Fyrra dømið vísir samanbering millum tal av 3 ára gomlum toski í yvirlitstrolingunum og tað tal, sum fiskiførini árini aftaná samanlagt veiddu av sama árgangi á Landgrunninum. Hagfrøðilig útrokning vísir, at sambandið millum hesi er heili 94%. Seinna dømið vísir samanbering millum 2 ára gamla hýsu og tað tal, sum fiskiførini árini aftaná samanlagt veiddu av sama árgangi. Hagfrøðilig útrokning vísir, at sambandið millum hesi er heili 97%. Samanumtikið mugu yvirlitstrolingarnar sostatt sigast at vera á heilt góðari leið.
At enda skal vera nomið við, at Eyðun rør framundir, at Havstovan leggur eitt stórt veiðitrýst undir at vera orsøk til fiskaloysið, sum hevur verið seinastu mongu árini. Hetta er bert hálvur sannleiki, tí Havstovan hevur eisini týðiliga víst á tann týdning, sum umhvørvið hevur. Ein ikki so lítil partur av arbeiðinum á Havstovuni er júst um tann partin.
Mynd: Samanbering millum veiðu á yvirlitstrolingnum av ávikavist 3 ára gomlum toski (ovara mynd) og 2 ára gamlari hýsu (niðara mynd) og tað, sum fiskiførini samanlagt veiddu av sama árgangi.
Mynd 24.fo