Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Samgongan hevur bóltin til høgra bein

SONY DSC

Longu í oktober bar Nýtt Sjálvstýri eitt uppskot um at frítaka grønar hitaskipanir fyri MVG niðan í Løgtingið.

Í tíðindunum í kvøld hoyrdu vit, at føroyska CO2 útlátið slett ikki er minkað seinastu 10 árini, hóast nógv ár eru gingin, síðani Landsstýrið setti sær hetta fyri. Og síðani hoyrdu vit landsstýriskvinnuna í orkumálum fegnast um uppskotið um MVG-frítøku av grønum hitaskipum, sum Nýtt Sjálvstýri hevur lagt fyri Tingið.
Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri tulkar hetta sum eina ábending um, at samgongan er klár at taka undir við uppskotinum, sjálvt um ein andstøðuflokkur hevur lagt tað fyri.
Vit hava hoyrt ovmikið tos um bjartar vónir, men veruleikin er, at vit mugu seta ítøkilig átøk í verk, um vit veruliga skulu gera okkum nakrar vónir um eina grøna framtíð. Har er ongin orsøk til drál, sigur Jógvan Skorheim.
Vit hava lagt bóltin til høgra beinið, og nú er tað upp til samgonguna at seta seinasta fótin á. Verður tað gjørt beinanvegin, kunnu vit taka eitt avgerðandi stig rætta vegin.
Endamálið við uppskotinum er at gera tað lættari hjá borgarum, stovnum og fyritøkum at gera íløgur í grønar hitaskipanir.
Uppskotið var til fyrstu viðgerð í Løgtinginum 3. november og tá varð tað beint í Løgtingsins fíggjarnevnd.