Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um avtøku av samdøgursfrádráttinum.

 Øll, sum arbeiða í útlandinum fáa ein frádrátt, hví leggur landsstýriskvinnan eftir fiskimonnum, sum frammanundan rinda allan skattin í Føroyum? Hetta spyr Jørgen Niclasen í fyrispurningi í Løgtinginum

Viðmerkingar:

Fram til 31. Desember 2012, fingu allir føroyingar samdøgursfrádrátt teir dagar teir arbeiddu í  útlandinum. Ì broytingini frá 2012, vóru innført ein grein 25b frádráttur, sum avloysti samdøgursfrádráttin. Tvs samdøgursfrádrátturin var innroknaður í samlaða frádráttin.

Bara fiskimenn, sum sigla við norðurlendskum skipum, komu ikki undir nýggju skipanina, men hildu fram við samdøgursfrádráttinum.

Nú vil landsststýrið frátaka henda rætt hjá fiskimonnum. Men øll onnur, sum arbeiða í útlandinum, varðveita sín frádrátt. Eisini vit, sum arbeiða hjá tí almenna. Vit fáa eisini samdøgursfrádrátt, tó hann hjá okkum eitur skattafríur dagpeningur og er hægri enn samdøgursfrádrátturin hjá fiskimonnum.

Okkara fiskimenn eru serliga við norskum skipum. Í mun til onnur, sum arbeiða uttanlands, rinda hesir allan skattin í Føroyum. Við hesi stóru skattahækking, er vandi fyri, at hesi flyta, td til aðra sjóvinnu, sum gerð at skatturin verður rindaður aðrastaðni. Tí má verða sera ivasamt, um meira peningur kemur inn av hesi skattahækking.

Um samgongan ístaðin lat hesa skipan hava frið, kundi hent, at nú frálandavinnan minkar, var møguleikin fyri at fleiri hagani søktu til fiskivinnuna og rindaðu allan skattin í Føroyum. Tað kundi givið fleiri skattainntøkur í Føroyum.

Á Løgtingi, 5. desember 2015

Jørgen Niclasen