Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um pant av einnýtisíløtum, sum ikki eru latin inn aftur.

Síðan 2007 eru rættuliga nógv einnýtisíløt ikki eru latin inn aftur. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvussu nógv íløt ikki eru latin inn aftur hesi árini?

Kann landsstýriskvinnan upplýsa hvussu nógv pant ikki er endurrinda í hesum tíðarskeiðið, og hvør hevur fingið hendan pening?

Viðmerkingar:

Umhvørvisstovan upplýsir, at síðani 2007, tá fyrstu loyvini vórðu latin til at innflyta, framleiða og selja drykkir í einnýtisíløtum, hevur Umhvørvisstovan gjørt upp, hvussu nógv av seldu íløtunum verða latin inn aftur og send til endurvinningar. Talið av seldum einnýtisíløtum økist ár um ár. Í 2014 vórðu heili 9,3 mió. einnýtisíløt seld. Umhvøvisstovan upplýsir, at í 2014 vóru 87% av íløtunum latin inn aftur. Fyri árið 2014 merkir hetta, at 1,2 millión íløt ikki eru komin innaftur.

Um vit siga, at kundin hevur rinda í meðal 2 kr. í pant fyri hvørt ílatið, so eru 2,4 milliónir einnýtisíløt, sum panti ikki eru afturrindað kundanum bara fyri árið 2014. Tí verður hesin  spurningur settur: Hvør hevur fingið peningin, ið goldin er fyri pant, og ikki afturrindaður kundanum, síðan 2007.

Á Løgtingi, 5. desember 2015

Jørgen Niclasen

Mynd: Landsstýrið des 2015