Í dag fluttu systrarnar Talita og Malena í Tórshavnar kommunu. Og tær eru ikki tær einastu, sum leita hendaveg. Fólkatalið í Tórshavnar kommunu veksur og setir met. Nú vit eru komin inn í desember mánað, búgva 20.520 fólk í Tórshavnar kommunu. So nógv fólk hava ongantíð áður búð og virkað í Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar kommuna lat í fjør gera Føroya fyrstu kommunuætlan, sum stingur út í kortið ætlanir kommununnar fram til 2030. Talan er um vakstrarætlan og um at føra visjónina út í verki soleiðis, at kommunan er í støðugari menning og skapar bestu karmar fyri einstaka borgaran. Kommunuætlanin er ítøkiliga amboðið at stýra eftir.
Í kommunuætlanini verður roknað við, at fólkatalið veksur 1 prosent um árið komandi 15 árini. Men í løtuni gongur skjótari, tí seinasta árið er fólkatalið vaksið 1,3 prosent.
– Yvirskipaða visjónin fyri Tórshavnar kommunu er at gera kommununa til ein veruligan vakstrardepil. Tað besta, vit kunnu gera, er at gera okkara samfelag so lokkandi, sum til ber fyri tey, sum búgva her og fyri tey, sum kunnu hugsast at fara at seta búgv í kommununi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Saman við pápanum, Peturi Simonsen, heilsaðu Talita og Malena upp á borgarstjóran, tá ið tær fluttu í kommununa í dag. Tær eru vaksnar upp í Tailandi saman við mammuni, sum eisini flytur til Føroya og Havnina fyrsta dagin. Genturnar gleða seg serliga nógv til at ganga í skúla í Tórshavnar kommunu.
– Tær duga enskt, tailendskt og skilja ymiskt føroyskt. Nú gleða tær seg at byrja í skúla, hitta javnaldrar og læra føroyskt. Eg havi siglt nógv og ferðast í nógvum londum, og niðurstøða hjá mær er, at tað finst valla nakað betri og tryggari stað hjá børnum at vaksa upp enn her í Føroyum, sigur pápin at nýggjastu borgarunum í Tórshavnar kommunu við grøna vælkomupakkanum í hondini, sum øll, sum flyta í kommununa, fáa við heim.
Í pakkanum eru fleiri hentar upplýsingar, sum skulu gera tað so ómakaleyst sum gjørligt hjá fólki at flyta í kommununa. Haraftrat er atgongumerki til skoytubreytina, svimjihøllina og Sjósavnið umframt ein heilsan frá borgarstjóranum.
– Øll skulu kenna seg at verða vælkomin í Tórshavnar kommunu. Tá ið eg tosi við fólk, sum akkurát eru flutt í kommununa, hoyri eg ofta, at tey valdu Tórshavnar kommunu, tí møguleikarnir og tilboðini eru framúr, frá ítrótti til barnaøkið, sigur borgarstjórin at enda.