Dátueftirlitið hevur givið Tórshavnar kommunu loyvi at seta upp vakmyndatól í miðbýnum. Vakmyndatólini skulu gera upptøkur av fýra ávísum støðum í miðbýnum.
Endamálið við vakmyndatólunum at virka fyribyrgjandi, soleiðis at fólk ikki gera seg inn á jólatrø og jólabýir hjá kommununi. Fleiri dømi hava verið um herverk á jólatrø, ið eru sett ymsastaðni í Tórshavnar Kommunu, har trøini eru brotin og ljósketur stolnar.
Vakmyndatólini skulu sostatt virka fyribyrgjandi inntil jólatrøini og jólabýirnir verða tikin niður tann 13. januar 2016.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um átakið.
– Tað ber ikki til, at okkara felags ognir ikki fáa frið. Nú er nóg mikið. Talan er um eina sjálvvirkandi skipan. Hendir nakað revsivert, hevur løgreglan heimild at síggja upptøkurnar á staðnum og harvið uppklára møgulig lógarbrot, sigur borgarstjórin.
– Tað er keðiligt at skula noyðast at brúka tílíkar skipanir. Men skipanin er nú góðkend av Dátueftirlitinum, og øll neyðug fyrilit eru tikin fyri at tryggja privatlívið hjá borgarnum.
– Okkara vón er, at skipanin fer at virka fyribyrgjandi í so stóran mun, at tað ikki verður neyðugt at royna hana í praksis í rættarskipanini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.