Home Tíðindir 590 fleiri løntakarar enn fyri einum ári síðani

590 fleiri løntakarar enn fyri einum ári síðani

by OML

Í september vóru 24.848 løntakarar, árstíðarjavnað. Gongdin við einum lítlum vøkstri hvønn mánað hevur sostatt varað í yvir eitt ár. Tað er eisini sama gongd, at framgongdin dragnar nakað hvønn mánað, men trendurin vísir tó, at framvegis økist talið av løntakarum við eini 30 til 40 um mánaðin. Hetta skrivar Hagstova Føroya » 10. desember 2015


Almennar tænastur og byggivinna størsta vøksturin
Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaði, tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.

Tað er vøkstur í øllum høvuðsvinnubólkum. Í byggivinnuni vóru 3.387 løntakarar í september, eini 100 fleiri enn fyri einum ári síðani. Framgongdin er 3,1%. Í størsta høvuðsvinnubólki, almennum tænastum, eru 9.136 løntakarar. Tað eru 262 fleiri enn í september í fjør, vøksturin er 3%.

Í fiski- og alivinnuni eins og í tænastuvinnuni er framgongdin knappliga 2%.

Fiskiskapur stendur í stað
Vinnugreinin við størsta vøkstri er ráevni, landbúnaður o.a. Hetta er ein lítil vinnugrein, har broytingar kunnu ganga skjótt báðar vegir. Størstu framgongd annars hevur vinnugreinin vinnuligar tænastur, løgfrøði, grannskoðan o.a., har tað vóru 740 í starvi í september. Fyri einum ári siðani vóru tað 689, so vøksturin er 51 fólk ella 7,4%. Eisini er framgongd í sjóflutningi, har tað vóru 998 løntakarar, 64 fleiri enn fyri einum ári síðani. Vøksturin er 6,9%.

Tað vóru áleið eins nógvir løntakarar í fiskiskapi sum í fjør, einir 1.500. Tað er í vinnugreinini fiskiskapur, at størsti vøkstur er í lønunum, higartil í ár eru hýrurnar vaksnar eini 20%, men tað sæst so ikki aftur í løntakaratølunum.

Nú hava kvinnurnar munin
Tann størra helvtin av løntakarum er menn, og fyrr í ár hevur størri parturin av framgongdini verið til mannfólk. Men seinastu tveir mánaðirnar er størri parturin av framgongdini farin til kvinnurnar. 12.127 kvinnur vóru løntakarar í september í ár, 323 fleiri enn fyri einum ári síðani. Framgongdin er 2,7%. Mennirnir eru nakað fleiri, 12.874, men teirra framgongd var nakað minni, 267, sum svarar til ein vøkstur upp á 2,1%.


Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Savnsmynd Tórshavn  24.FO

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.