Eftir samráðingar í Keypmannahavn 7. og 8. desember hava Føroyar og ES undirritað avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2016. Avtalan líkist avtalunum árini frammanundan, tó við broytingum av botnfiskakvotum hjá ES í føroyskum sjógvi og føroysku ídnaðarfiskakvotunum í ES sjógvi, umframt broytingum hjá báðum pørtum, ið eru tengdar at broytingunum í lívfrøðiligu tilmælunum um fiskiskap eftir uppsjóvarfiskasløgunum í 2016.
Føroyar fáa í 2016 sum nakað nýtt aftur møguleika at fiska brisling í ES sjógvi. Kvotan verður 5.500 tons.
Sínámillum atgongdin at fiska makrel lækkar við 15 prosentum samsvarandi lækkingini í heildarkvotuni. Føroyar kunnu í 2016 fiska 32.446 tons tons av makreli í ES sjógvi.
Sínámillum atgongdin at fiska svartkjaft í økinum hjá hvørjum øðrum verður broytt samsvarandi tilmælinum frá ICES um áseting av heildarveiðuni av svartkjafti í 2016. Føroysk skip kunnu í 2016 fiska 21.500 tons av føroysku kvotuni í ES sjógvi. Harumframt fáa Føroyar tillutað 9.000 tons av kvotu frá ES, so samlaða føroyska svartkjaftakvotan í ES sjógvi í 2016 verður 30.500 tons.
Atgongdin hjá ES at fiska norðhavssild í føroyskum sjógvi lækkar úr 9.000 tonsum niður í 6.000 tons.
Avtalað varð, at fiskiveiðieftirlitini hjá báðum pørtum framhaldandi skulu samstarva um at menna skipanir í samband við fráboðanir um fiskiskap.