Home Fólk & SamfelagLesarin skrivar Slútakslað og breiðar herðar

Slútakslað og breiðar herðar

by OML

Pensjónin byggir í dag á eina sosiala pensjónsskipan og samhaldsfasta. Meginreglan er, at í Føroyum hava øll rætt til virðilig kor á ellisárum. Grundupphæddin og Samhaldsfasti eru tvey stykkir av somu alin. Tey byggja bæði á sosialu kontraktina millum borgararnar og millum ættarliðini. Skrivar Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin

Vit gjalda øll eftir førimuni inn í hesar skipanir og fáa eins krónutal út. Umframt grundupphæddina og samhaldsfasta, ið ikki verða mótroknað, men standa øllum í boði, er viðbótin partur av pensjónsskipanini. Viðbótin verður mótroknað. Fulla viðbót fáa pensjonistar, ið hava inntøku minni enn 60.000 kr um árið við síðunar av pensjónini og samhaldsfasta. Hevur ein pensjonistur aðra inntøku, fyri meiri enn 60.000 kr. verður viðbótin mótroknað.

Sosiala pensjónin er slútakslað

Í 1959 kom fólkapensjónin. Tá var hon goldin eftir sama leisti, sum samhaldsfasti í dag verður goldin eftir. Í 1973 fór fólkapensjónin inn í fíggjarlógina og var skattað eins og øll onnur útgjøld. Í 1999 var fólkapensjónin býtt upp í tvey. Skattafría grundupphædd og viðbót. Grundupphæddin er síðani ikki prísjavna og er minka í virði á hvørjum ári. Politiska skipanin hevur í ára tíggju vita av, at tað verða fleiri pensjonistar fyri hvørt fólk á arbeiðsmarknaðinum, sum árini ganga.

Í 1959 vóru fleiri enn 15 fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjonist. Í dag eru fýra og framyvir siga útrokningarnar, at tað verða einans tvey fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjonist. Hetta ger at skipanin hevur sera stórar avbjóðingar.

Umframt at skipanin skal leggja uppfyri, at vit gerast fleiri eldri, fekk hon eitt skot fyri bógvin av undanfarnu samgongu. Undanfarna samgonga valdi at forskatta pensjónir og at brúka peningin til ein skattalætta til hálønt. Hetta gjørdi at sosiala pensjónin í dag er somikið slútaksla, at ikki byggist á hennara herðar aleina.

Samhaldsfasti breiðar herðar

Í 1992 vóru fyrstu inngjøldini goldin inn í Samhaldsfasta. Samhaldsfasti byggir á solidariska prinsippið, har allir løntakarar rinda sama prosent part av lønini inn, meðan øll fáa somu upphædd út, tá ið tey eru pensjónistar. Hetta merkir at hálønt rinda lutfalsliga meiri enn láglønt inn, men øll fáa somu upphædd útaftur.

Skipanin er sera einføld og kostar nærum einki í umsiting. Hetta kemst av at meginparturin av tí, sum verður goldið inn frá øllum løntakarum síðst í hvørjum mánað, verður kanaliserað beint út aftur til pensjonistarnar, sum allir fáa somu upphædd. Restin verður spard upp í ein grunn, sum hevur til endamáls at standa ímóti avbjóðingini við vaksandi pensjonistatalinum fyri hvørt fólk á arbeiðsmarknaðinum.

Undanfarna samgonga kravdi, at allir løntakarar skuldu spara upp til egna eftirløn. Kravið var, at arbeiðsgevari og arbeiðstakarar skipaðu viðurskiftini á tann hátt, at øll skuldu spara upp til sín sjálvs. Uppsparingin skal hækka prosentvíst eftir hvørjum ári, til hon í 2028 er 15 %. Við at leggja ein part av egnari uppsparing um til samhaldsfasta, tryggja vit pensjónsøkinum eitt høgt grundstøði. Hendan umlegging kann fremjast uttan at broyta fortreytirnar á arbeiðsmarknaðinum stórvegis, tí kravið um uppsparing er stungið út í korti. At spara ein part upp í felag og ein part upp hvør sær, kostar tað sama sum at spara báðar partarnar upp til sín sjálvs.

Hinvegin kann umleggingin styrkja og tryggja pensjónsøkið, tí við at spara størri part upp í felag, er upphæddin vit øll fáa út væl hægri. Á tann hátt tryggja vit eitt hægri grundstøði undir pensjónini, har eingin dettur niður í millum.

Samhaldsfasti er ein skipan, ið hevur fleiri fyrimunir.

  • Samhaldsfasti verður prísviðgjørdur
  • Samhaldsfasti verður skattaður við útgjald, og loysir tí partvíst trupulleikan við forskatting av pensjónum.
  • Samhaldsfasti verður skattaður við útgjald, so samsvar er millum skattakrónur og tal av pensjónistum.
  • Samhaldsfasti kostar nærum einki í umsiting
  • Samhaldsfasti verður ikki mótroknaður, um ein arbeiðir meðan ein er pensjonist
  • Samhaldsfasti ávirkast ikki um ein sparir upp sjálvur
  • Samhaldsfasti mótroknar ikki millum hjún ella inntøku
  • Við samhaldsfasta fer nógv størsti parturin av pengunum beinleiðis í umferð í Føroyum

Samhaldsfasti hevur breiðar herðar, og skulu vit áhaldandi halda meginregluna, at í Føroyum hava øll rætt til virðilig kor á ellisárum, so mugu vit flyta ein part av grundarlagnum frá sosialu pensjónini yvir á samhaldsfasta.

Byggja á breiðar herðar

Samhaldsfasti hevur breiðari herðar og kann lyfta, meðan sosiala pensjónskipanin er, orsaka av forskatting, øktum tali av pensjonistum og manglandi politiskari støðutakan gjøgnum ára tíggju, vorðin slútaksla.

Sosiala pensjónskipanin skal áhaldandi verða ein týðandi partur av okkara pensjón, men fyri at hon aftur skal kunna rætta ryggin, er neyðugt at lætta um ábyrgd hennara í verandi løtu. Hóast vit lætta um byrðuna hjá sosialu pensjónini, dettur eingin niður í millum, tí við hennara lið stendur Samhaldsfasti. Samhaldsfasti, ið megnar at taka takið, so allir pensjonistar í 2016 fáa meira at liva fyri.

Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.